KÍ heiðraði Rannvá í dag
Í dag heiðraði KÍ kvinnulegenduni í felagnum, Rannvá B. Andreasen.
Undan kvinnudystinum ímillum KÍ og NSÍ í Betru-deildini í dag á Djúpumýru, var Eyðstein Poulsen, umboðandi nevndina í KÍ á vøllinu vi blómutyssi og heilsan til Rannvá. Rannvá hevur nú rundað tey 700 málini í bestu kvinnudeildini í føroyskum fótbólti.
Eyðstein segði nakað soleiðis: Føroya løgting samtykti í 1994 lógina um javnstøðu, og árið eftir í 1995 traðkaðu tvíburarnir hjá Jórun og Kristian á vøllin her í Klaksvík, og rest er søga - ella rættari heimssøga.
Týsdagin í vikuni var aftur ein av hesum søguligu døgunum. Tá rundaði Rannvá mál nummar 700. Eyðstein helt skemtandi fram at Rannvá varð útskift nakað inn í dystin, so hon ikki eisini rundaði tey 800 áðrenn dystin.
Eyðstein takkaði Rannvá fyri tað fyrimynd hon er og hevur verið í felagnum og heilsaði frá KÍ nevndini og fótbólts-Klaksvík. Síðani varð dysturin blástur í gongd. KÍ vann dystin 5-1.
Vit ynskja Rannvá hjartaliga tillukku við heiðrinum.