Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mín góði vinmaður Jóan Hendrik er farin

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  01.05.2023 - 11:53 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

 

Góði Jóan Hendrik. Nú orkaði tú ikki longur at stríðast ímóti krabbanum, sum tú hevur stríðst við seinastu tíðina. Eg visti, hvønn veg tað bar, men tá eg sendi tær heilsan á tínum 68 ára føðingardegi tann 18. apríl, visti eg ikki, at hetta var seinasti dagur, at vit skrivaðu saman. Tú vart mær ein góður og trúfastur vinur, líka síðan vit hittust í barnaskúlanum við Klaksvíkar Skúla. Har gingu vit í sama flokki, líka til vit tóku realprógv í 1972. Longu heilt tíðliga í barnaskúlanum, vísti tað seg, at tú vart ein av gløggastu næmingunum í flokkinum.

 

Síðan gekk leiðin hjá okkum báðum á Studentaskúlan í Hoydølum, har vit gingu á málsligu deild men í hvør sínum flokki. Flokkarnir høvdu stovu hurð um hurð, so vit sóust javnan, og vóru dagliga nógv saman eftir skúlatíð. Vit høvdu latið hárið vaksa og sóu ljóst upp á framtíðina. Okkum dámdi væl at koyra knallert og at lurta eftir nógva nýggja tónleikinum, sum var frammi í tíðini.

 

Miðskeiðis í 1970 árunum fóru vit báðir til Keypmannahavnar at lesa víðari, og tey næstu árini vóru vit nógv saman bæði til gaman og álvara. Vit vóru í góðum árum, og hetta var ein góð og ofta stuttlig tíð, sum tú minti meg á fyri nøkrum døgum síðan. Í fyrstuni búði tú á kamari á Oyrasundi, meðan eg búði í íbúð úti á býnum. Seinni møtti tú Eyðgunn, sum eisini kom niður at lesa, og tá fluttu tit í íbúð á Oyrasundi. Har yvirnáttaði eg ofta á sofuni í stovuni, um tað varð blivið nakað seint hjá mær at fara til hús. Eftir at vit vóru liðug at lesa, fluttu tit til Klaksvíkar at búgva, meðan eg fyrst flutti til Havnar og síðan til Vestmanna. Tá var tað ikki so ómakaleyst at ferðast sum nú, men eg vitjaði javnan inn á gólvið hjá tykkum, tá eg var í Klaksvík og vitjaði foreldrini. Eg kendi meg altíð vælkomnan hjá tykkum.

 

Jóan Hendrik, tú vart eitt gott og vinarligt menniskja. Tú vart góður við øll, og øll vóru góð við teg. Vit báðir høvdu nógv felags áhugamál, og okkum dámdi væl at flenna eftir onkrum, sum vit høvdu upplivað saman á lívsleiðini. Tú hevði eitt minni sum fáur, og væl dámdi tær í hugaheiminum at leita aftur í fortíðina. Ofta spurdi tú meg eftir gomlum floksfeløgum og øðrum, sum vit høvdu kent, men ikki høvdu nakað samband við longur. Politiskt vóru vit á einum máli um, at tey veikastu í samfelagnum høvdu tørv á góðum sømdum.

 

Fyri einum tveimum árum síðan fanst tú upp á, at vit skuldu skriva saman umvegis telefonina hvønn morgun við góðynskjum til hvønn annan. Seinni skrivaðu vit saman fleiri ferðir um dagin. Ofta sendu vit hvørjum øðrum myndir frá gerandisdegnum men eisini gamlar myndir frá felags upplivingum. Hetta samskiftið var blivið so inngrógvið, at morgunin eftir at tú vart deyður, ætlaði eg at skriva til tín, áðrenn eg rættiliga var vaknaður. Tað er og verður stórur saknur í tær, sum eg ikki rættiliga havi fatað enn.

 

Tá tú gavst at arbeiða fyri umleið einum ári síðan, gleddi tú teg til at njóta lívið saman við familjuni og teimum trimum abbsynunum, sum tú vart serliga góður við. Men stutt eftir byrjaði sjúkan at gera um seg. Eg haldi ikki, at tær dámdi so væl at tosa um sjúkuna, tí tú gleddist um lívið. Eg fari at enda við at endurgeva eini boð, sum tú sendi mær á telefonini eitt kvøldið beint eftir páskir, sum lýsa teg so væl. Tey ljóðaðu soleiðis: “Ja, nú fari eg til hvíldar eftir einar góðar páskir, har øll familjan hevur verið samlað. Abbasynirnir eru gullklumparnir, sum geva mær nýtt lívsmót. Góða nátt vinurin. Okkara samskifti togar eisini jaliga vegin og er upplyftandi”.

 

Fýra dagar eftir at tú fylti 68, sovnaði tú fyri seinastu ferð líka so stillisliga, sum tú livdi. Eg siti eftir og sakni teg mín góða vinmann gjøgnum seks áratíggju. Takk Jóan Hendrik!

 

Jákup Andreasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Lýsing