Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áhugi er fyri øktum samstarvi á burðardyggu leiðini

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  04.05.2023 - 21:21 Mentan Tíðindi Vinna

Tað varð ein av niðurstøðunum í gjár, tá ið umboð fyri vinnuna í Klaksvík, IRF, Vinnuhúsið, umhvørvisíbirtari og umboð fyri “Burðardygt vinnulív”, eftir framløgurnar, tosaðu um møguleikar og avbjóðingar í mun til burðardygt vinnulív.

 

Mikukvøldið kl. 19 var KKS karmur um fyrilestrarkvøld, har ymsir aktørar hugleiddu um burturkast, skiljing og endurnýtslu.

Øll vórðu eisini samd um, at tað ikki er nøkur skjót og løtt loysn uppá hesa avbjóðing, men at ein raðfesting á hesum øki er neyðug.

Evnið varð lýst av ymiskum pørtum, og fingu áhoyrararnir tískil bæði yvirskipaða, praktiska og sera upplýsandi kunning um, hvat kann gerast, og hvat eigur at verða gjørt fyri at nærkast einari kós, sum er burðardygg.

Kjakið aftaná framløgurnar staðfesti, at tørvur er á einum tílíkum netverki, tí uppgávan er stór, og fyritøkur í dag hava nógv krøv at liva upp til. Tað kann kennast møtimikið at finna orku til at raðfesta nýtt, hóast tilvitskan um týdningin er til staðar. Tá er tað ein stór hjálp at fáa kunning frá m.a. IRF og øðrum fyritøkum, sum hava royndir á hesum økinum.

Annika S. Biskopstø, forkvinna í Heilsunevndini, sigur, at hon gleðist um, at eitt átak sum Virkið vár eisini kann vera karmur um ein slíkan fyrilestur.

- Samstarv millum kommuna, vinnuna og í hesum sambandi IRF er ein avgerðandi liður í arbeiðinum at koma nærri málinum um eina meir skipaða burðardygga kós.

- At KSS eisini er viðspælari og saman við kommununi setur rammurnar fyri einum slíkum fyrilestrarkvøldi, er eisini rós vert, sigur Annika S. Biskopstø, sum sær ljóst uppá, at nøkur felags tøk saktans kunnu flyta nakað.

Í fjør samtykti Klaksvíkar býráð at fara undir eina tilgongd, har arbeitt verður miðvíst við teimum 17 Heimsmálunum fyri burðardyggari menning. Ein liður í hesum er eisini at fáa umhvørvisatlit lýst á sama hátt, sum tilmælir eisini altíð verða lýst við fíggjarligum avleiðingum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…