Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat blívur av fakligheitini, tá tey við longstu útbúgvingini verða frávald?

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  06.05.2023 - 21:00 Vinna

Til løgtingsvalið førdi Javnaðarflokkurin seg fram  við  løgmanni Aksel V. Johannesen á odda, at nú skuldu tey sum starvaðust á umsorganarøkinum fáa eitt lønarlyft, sum munaði.

Løgmaður skrivaði tann 5. Dec. 2022 -  3 dagar áðrenn løgtingsvalið!  

citat byrjað : “tí er avgerandi, at vit loysa starvsfólkatrotið, so týdningarmestu vælferðarøkini ikki brotna innanífrá. Javnaðarflokkurin vil lyfta lønina til umsorganarøkið. Tað fer at styrkja økið og tryggleikan.” Citat endað.

Snildisliga og við hálvkvøddari vísu, so segði hann onki um, hvønn á umsorganarøkinum hann meinti við. Fólk flest tóku tó helst sum fyri givið, at hendan útsøgnin umfataði øll, sum starvast á umsorganarøkinum, men tey fingu annað at síggja.

 

Sannleikans tími

Nú tá sannleikans tími upprennur, vísir tað seg, at sjúkrarøktarfrøðingarnir  ikki eru  umfataðir av lyftinum um lønarlyft frá javnaðarflokkinum. Vóru tær ikki nóg týdningarmiklar? Tey við longstu útbúgvingini á umsorganarøkinum blivu frávaldar! Hvat fær javnaðarflokkin at gera hetta?  Javnaðarflokkurin hevur við lyftinum um lønarlyft  allarhelst fingið nógvar atkvøður frá sjúkrarøktarfrøðingum, men tær blivu allar skuffaðar. Eftir valið er lyftið um lønarlyft til umsorganarøkið broytt til, at tey við lægstu lønini, skuldu hava lønarlyft. Men tað var ikki tað, ið sagt bleiv áðrenn valið. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt løgmann siga, at tað sum javnaðarflokkurin sigur áðrenn valið, tað sigur hann eisini eftir valið? Nei sjálvt vaskikonan á umsorganarøkinum bleiv lopin um av  javnaðarflokkinum saman við restini av reyðu  samgonguni.

 

Landstýriskvinnan svarar ikki spurninginum

Tað verður eisini tørvur á alsamt fleiri sjúkrarøktarfrøðingum í framtíðini,  men við hesum lønarpolitikkinum hjá samgonguni kann væntast at áhugin fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði verður minkandi í framtíðini.

Landstýriskvinnan førir fram, at áhugin fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði er ikki minkandi, tí talið av umsøknum seinastu 10 árini hevur verið at kalla tað sama. Tað er als ikki hetta spurningurin snýr seg um. Spurningur  snýr seg ikki um tíðina frá 2014 til 2022, men um framtíðina, frá 2023 og frameftir.

Spurningur snýr seg um, um hendan útihýsingin av sjúkrarøktarfrøðingum kemur at ávirka áhugan fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði. Kanska velja  tey ungu  eina aðra útbúgving.  Tað er ikki serliga lokkandi  at fara undir eina útbúgving, har arbeiði eftir lokna útbúgving  verður so lítið virt av landsins myndugleikum , at tað verður lopið um í einum lønarlyfti til bólk, har tað átti at verið inkluderað. Kanska fara enntá tær,  sum í dag starvast sum sjúkrarøktarfrøðingar at leita sær  aðrar vegir, kanska uttanlanda.  

Hvat blívur av fakligheitini í sjúkrarøktarfrøðini, tá tey við longstu útbúgvingini verða frávald  ?   

Link til svarið frá landsstýriskvinnuni um Lønarlyft kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10408

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

Løgtingslimur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda