Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Tað gekk akkurat hjá KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  06.05.2023 - 21:04 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Við einum máli seint í dystinumn tryggjaði innskifti Árni Frederiksberg KÍ øll stigini.

Tað stóð nógv á hjá KÍ í kvøld. Uppflytararnir úr ÍF komu til Klaksvíkar við einum framúr hugburði og við góðum verjuspæli hildu teir KÍ á pínubonkinum allan dystin.

ÍF kundi lagt seg á odda, tá Elvio Gelmini skeyt frálíkt skot aftanfyri miðjuna, sum KÍ-málverjin akkurat fekk bjargað uppum. KÍ kundi lagt seg á odda í fyrra hálvleiki og hevði onkrar stórar málmøguleikar, men sum heild var spælið ov lítið vandamikið hjá heimaliðnum, sum eisini hevði framt fleiri broytingar á liðnum, ið ikki tóktust gagna liðnum.

Hetta var ein av heilt fáu dystunum síðani 2015, har hvørki Jóannes Bjartalíð ella Árni Frederiksberg, sum hava verið teir báðir mest skapandi leikararnir hesi árini, vóru við frá byrjan. Og tað merktist, hóast bæði Luc Kassi og Mads B. Mikkelsen skaptu nakrar støður og møguleikar. Í seinna hálvleiki bleiv trýstið størri eftir at Árni Frederiksberg kom á vøllin. Tað var eisini hann, sum skoraði í 76. minutti við høgra beininum eftir upplegg frá Mads B. Mikkelsen.

Í 87. minutti skoraði ÍF eftir frísparksinnlegg. Men hjálpardómarin vinkaði fyri rangstøðu. Summir áskoðarar hildu, at KÍ-leikari var seinast á bóltinum, men upptøkur og samrøður benda á, at tað helst var ein ÍF-leikari, sum var síðstur á. So er bara spurningur, um hann var rangstaddur, men tað er trupult at siga frá sjónvarpsvinklinum. Har hevur linjuverjin staðið sera væl staddur fyri at mett um, tí samskiftistólini hava eisini hjálpt í slíkari støðu, har teir fáa fyrireikað seg uppá, í hvørji løtu sparkið kemur.

1-0 til KÍ gjørdist úrslitið. Leikliga var KÍ eitt vónbrot hendan dystin, hóast KÍ hevði uppiborið sigurin, tí heimaliðið hevði teir flestu stóru málmøguleikarnar í dystinum. Um eina viku skal KÍ á útivølli møta HB í týdningarmiklum toppdysti. HB er einasta liðið í bestu deildini í Føroyum, sum ongan dyst hevur tapt, um vit telja steypakappingina uppí, og tá verður neyðugt at avrika betri, um KÍ skal fáa stig. Tað er í síðsta enda stigini sum telja og tey hevur KÍ fingið allar átta landskappingardystirnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Christians­kirkjuni
Ingi og Danny á OY Voxbotn 2023
Morgunsangur mikumorgunin 7. juni kl. 10…
Nýggj bók: Orð úr Orðinum
Seks növn afturat á G!
Sámal Petersen í húsunum hjá Nólsoyar Pá…
Hvussu verður veðrið restina av juni?
Sveinaprógvhandan á Tekniska Skúla
Hetta er pínligt, harra løgmaður!
Íløgurnar minka í Føroyum – vaksa í Skot…
Fatalar fylgjur fyri Pelagos
Norðoya Javnaðar­felag: Eykaaðalfundur
Tak leiðslu­útbúgving á masterstigi
Signa Vár luttekur í Virtus Global Games
Hvør betalur fyri at Eysturoyar­tunnilin…
Skrúðgongan og røðan sunnudagin
Nær skulu vit vænta at fáa eina integrat…
Veðrið í vikuni
Hagtølini hjá Páll í altjóða fótbólti sí…
Løgmaður villeiðir Føroya fólk