Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið nógv meira at gera

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.05.2023 - 13:40 Tíðindi

Tað sæst í Ársfrágreiðingini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sokallaði “belegningurin” á seingjardeildini er nærum altíð omanfyri 90%, har ynskiliga talið er nærri 80%, og 600 fleiri seingjardagar vóru á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 2022 enn í 2021. Sum heild teknar ársfrágreiðingin eina mynd, har starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mugu renna skjótari og skjótari.

 

 

 

 

Eitt nú nevnir ársfrágreiðingin, at yvir 500 fleiri fólk komu á skaðastovuna í 2022 enn í 2021. Talið av sjúkraflutningstúrum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús sjálvt øktist við umleið 100 fleiri í 2022 enn árið fyri, og túrarnir fyri Landssjúkrahúsið, sum Klaksvíkar Sjúkrahús tók sær av, vóru 90 fleiri í tali í 2022 enn í 2021. Røntgendeildin framdi 150 fleiri kanningar, Ambulatoriudeildin skrásetti 200 fleiri kontaktir, og 30 fleiri sjúklingar vórðu sendir víðari til viðgerð uttanlands – øll tølini eru samanberingar millum 2022 og 2021.

Eisini eru ting at fegnast um í ársfrágreiðingini. Gomlu læknahúsini verða nú umvæld, innilufts- og ljósviðurskiftini á rannsóknardeildini verða tikin hond um; og kapellið, forgongin og toilettini eru eisini umvæld. Ein av skurðstovunum, gongin við vaskaríið og skurðgongin somuleiðis. Hartil stendur, at tríggir kliniskir vegleiðarar kunnu ella kundu fara undir útbúgving, og ein kost- og føðslunæmingur setast, vegna meirjáttan í 2022.

Játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús var 97.214.000 krónur, og sjúkrahúsið hevur 137,3 ársverk. Skaðastovan fekk 3.294 komur, 1.182 innleggingar vóru, 8.772 komur vóru á ambulatoriudeildina, 2.036 sjúkraflutningsørindi vóru, 263 vóru til viðrakning, Røntgendeildin gjørdi 6.854 kanningar, rannsóknarstovan 299.671 analysur, 792 kanningar/skurðviðgerðir vóru, 10.210 komur til Fysiurgisku deild, og 100 sjúklingar vórðu sendir víðari til viðgerð uttanlands. Øll tølini eru fyri 2022. 

 

 

Øll ársfrágreiðingin hjá sjúkrahúsinum fyri 2022 kann lesast her: https://sv.ks.fo/administrator/public/fckimages/ks_arsfrasogn2022(1).pdf

Lýsing
Seinastu tíðindini
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…