Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fíggjarstýringin av H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum fær lemjandi kritikk í drúgvari frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum, ið varð løgd fram fyrr í dag

Skilið sum í 1980’unum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.05.2023 - 20:35 Politikkur Tíðindi

Landsstýrisfólk hava ikki hildið sínar eftirlitisskyldur, játtanir og kostnaðarmetingar halda ikki, tíðarætlanir halda heldur ikki; upplýsingar, sum Løgtingið hevur fingið, hava ikki verið eftirfarandi, og leiðslu- og ábyrgdarbýtið í verkætlanini H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum eru ógreið. Sera nógv í frágreiðingini frá løgtingsgrannskoðarunum bendir á, at Landsstýrið og/ella stovnar undir tí onki hava lært, hvørki av Glasi ella 80-árunum.

 

 

Tá ið vit fingu Stýrisskipanarlógina frá 1994 og Løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins í 1996, tóktist tað annars vera umráðandi fyri lógarsmiðirnar, at ábyrgdarloysið í landsins stjórn, sum vit høvdu verið vitni til í áttatiárunum, ongantíð mátti endurtaka seg. At øll høvdu ábyrgdina í táverandi kollegialskipanini vísti seg í praksis at merkja, at ongin hevði ábyrgdina, og tí fekk óskilið heldur onga avleiðing fyri tey, sum stýrt høvdu í 80’unum. Ringu royndirnar gjørdu, at vit við omanfyrinevndu lógum fingu ministerialábyrgd, har landsstýrisfólkini høvdu greiða ábyrgd og kundu revsast fyri eitt nú grovt ósketni.

Men í frágreiðingini hjá løgtingsgrannskoðarunum um H-bygningin tykist, sum um landsstýrisfólkini hava funnið ein útveg til at koma aftur til kollegialu skipanina, nevniliga við at lata fleiri landsstýrisfólk umsita sama mál, her H-bygningin, serliga tí at Landsverk sum byggiharri sorterar undir fleiri aðalráðum í senn. So kunnu tey avvarðandi landsstýrisfólkini ella aðalráðini peika hvørt at øðrum, við tí úrsliti, at hvørgin kann dragast til svars. Millum annað stendur, at bæði Fíggjarmálaráðið og Heilsumálaráðið áttu at havt varhuga av trupulleikunum, tí grannskoðanin rópti varskó. Men eftir øllum at døma handlaði hvørki aðalráð.

Frágreiðingin er drúgv, 135 síður, og her kann tí einans trívast í nakrar høvuðsniðurstøður. Men tað er ikki tespiligur lesnaður. Millum annað verður sagt, at peningur, sum eftir røttum skuldi verið spardur, seinni varð settur upp á aftur sum útreiðslur, t.e. at álagdar sparingar í roynd og veru als ikki eru framdar.

Landsverk fær eisini av grovfílini. Frágreiðingin sigur orðarætt: “kunningin frá Landsverki til sjúkrahúsleiðsluna og Heilsumálaráðið hevur ikki verið røtt” og “brek á fíggjarskipanini og eftirlitunum hjá Landsverki elvdi til, at verkætlanarroknskapurin ikki var eftirfarandi”. Meirnýtsla hevur helst (skrivar frágreiðingin) verið øll árini 2017-2019 og nýtslan hevur heldur ikki samsvarað við játtaðu upphæddirnar árini 2020-2022.

Ein av stóru trupulleikunum er, at viðlíkahald og nýbygging eru á somu játtan, sigur frágreiðingin, og at tað sæst ikki í fíggjarlógum, júst hvat er játtað til H-bygningin, og hvat er játtað til onnur endamál.

Sum nevnt verður sagt óbeinleiðis í frágreiðingini, at miðfyrisitingin onki hevur lært av Glasir-byggigøluni. Tí á s. 23 stendur, at eftirlitið hjá Samferðslumálaráðnum í tí málinum var ikki nøktandi, eins og at Mentamálaráðið kundi havt gjørt meira við eftirlitið. “Stjórnarráð, stovnar og myndugleikar annars, góvu ikki sínum leikluti ans”, stendur, og nú lesa vit at kalla sama kritikk í av Fíggjarmálaráðnum og Heilsumálaráðnum í hesi frágreiðingini.

Øll frágreiðingin kann lesast á https://lg.fo/upload/tinymce/fc81c6269e28c77b64891a223337ca705c03291a.pdf .

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…