Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppskot um Brekumboð sent til ummælis

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.05.2023 - 12:31 Politikkur Tíðindaskriv

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sent uppskot til løgtingslóg um Brekumboð til ummælis. Við nýggju lógini fær landsstýriskvinnan heimild til at seta á stovn eitt Brekumboð, eins og eina nevnd, sum skal ráðgeva Brekumboðnum.

 

 

”At seta á stovn eitt Brekumboð er eitt nýbrot fyri føroyska samfelagið, og er endamálið at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek. Tí fegnist eg um at vit eru komin eitt týðandi fet á leiðini, nú uppskotið er sent til ummælis,” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Sambært lógaruppskotinum skal Brekumboðið virka óheft, og hevur sum aðalmál at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum. Brekumboðið skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Eisini skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá fólki, ið bera brek.

Eftir ætlan verður lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið eftir ólavsøku, og verður farið undir fyrireikandi arbeiðið, tá lógaruppskotið er samtykt. Eftir ætlan kann Brekumboðið fara til verka 1. januar 2024.

Uppskotið er til ummælis á ummælissportalinum hjá landsstýrinum fram til 9. juni 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til ammr@ammr.fo í seinasta lagi 9. juni 2023.

Uppskotið sæst her:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund