- Kunngerð darvar útróðrarbátunum
Um landsstýri ikki broytir ella strikar metratalið í kunngerðini, so sleppur meginparturin av útróðrarbátunum ikki á bankan at royna, sigur ørkymlaður útróðrarmaður við Norðlýsið
Dennis Holm, fiskimálaráðharri hevur kunngjørt, at útróðrarbátarnir sleppa at royna á bankanum. Men ein kunngerð frá 2008, setur ein stoppara fyri flestu útróðrarbátunum - hetta tí at teir eru minni enn 12 metrar. Nevnda kunngerð sorterar undir Sjóvinnustýrinum og sostatt Høgna Hoydal, vinnumálaráðharra.
Tá talan er um at fiska úti á Bankanum, so er tað í fiskiøkinum F4 og fyri at fáa siglingarloyvi har eru ymsar treytir, ið skulu uppfyllast. Sí niðanfyri.
Teksturin í gulum eru undantøkini, men tað eru ikki nógvir útróðrarbátar sum ganga undir undantøkini
Hesar treytir fara at gera, at einans 16 útróðrarbátar, ið annars hava fiskiloyvi, sleppa at royna á bankanum í ár og teir megna ivaleyst ikki at fiska allar teir 125 dagarnar, ið eru tillutaðir bólki 5A.
Henda skipan var eisini galdandi í fjør, men í ár hava útróðrarmenn fingið at vita, at Sjóvinnustýrið fer at hondheva reglurnar. Tað vil siga at fara útróðrarbátar at fiska uttan siglingarloyvi, so fellur eitt endurgjaldskrav.
Vit standa og bíða eftir loyvunum og skulu samstundis rigga okkum til og tað kostar nógvar pengar, so vit mugu fáa boð nú, sigur útróðrarmaðurin við Norðlýsið at enda.
Siglingarloyvi bólkur 5A og 5B