Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vakurt er at geva - stórt er at taka ímóti

SKRIVAÐ: Annika Steintórsdóttir Biskopstø  |  11.05.2023 - 09:46 Politikkur Tíðindaskriv

Hví skal tað nú vera ein trupulleiki, at vinnan í norðurøkinum av Føroyum hevur ætlanir at lata Klaksvíkar Sjúkrahúsi ein hámentan skannara, sum eitt nú skal nýtast at staðfesta prostatakrabba? 

 

 

Sjálvandi skal sjúkrahúsverkið við takksemi taka í móti hesi gávu. Ikki tí at land okkara liggur á knøunum og biður um hesa hentu og framkomnu útgerð. Ella tí at vinnulívið á hendan hátt keypir sær avlát ella politiskar fyrimunir. Ei heldur tí, at vit sum samfelag við skilagóðum raðfestingum ikki sjálv eiga at hava ráð at fíggja tað, sum okkara skúli, almannaverk og sjúkrahús kostar.   

Nei, orsøkin er einfalt hon, at onkuntíð dugir tað privata betri enn tað almenna at finna og at brúka pengarnar.

Í framtíðini, tá ið føroyingar læra at húsast við skili ...  Tá vit raðfesta menniskju fram um vegir og asfalt. Tá vit her á landi ikki oyðsla meira við almennum lønum.  Tá serfrøðingar, sum standa á odda fyri almennum byggiverkætlanum ikki rokna hundraðtals milliónir við síðuna av ... Ja, tá er ikki vist, at framskygdir ella vælgerandi kapitalsterkar fyritøkur nýtast at bera fólkinum tiltrongdar gávur.       

 


Men tað er helst langur vegur á mál. At lasta góða gevaran fyri at hava eina fjalda dagsskrá er eftir mínum tykki ov bíligt.

At 3 Tesla Skannarin er til allar føroyingar valdar ongin ivi um. Trupulleikin tykist einans at vera, at hann kemur at standa í Klaksvík, har vit í nógv ár hava átt fremsta serfrøðing á økinum.  

 


Sjálvandi eru fólk og fyritøkur í høvuðsstaðnum, sum halda seg hava ráð, (helst eru tey ikki so fá) vælkomin at lata Landssjúkahúsinum, Glasir ella Fróðskaparsetur Føroya o.ø hóskandi gávur, sum tæna øllum føroyingum. 

Tað er gott at vera sjálvbjargin. Og vakurt er at lata til onnur. Men at duga at taka í móti og at unna øðrum gávur, er kanska tað størsta av øllum.

 



Lýsing
Seinastu tíðindini
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…