Lýsing
Lýsing
Lýsing

Faroexpo ráðstevnan 2023

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.05.2023 - 10:30 Myndarøð Tíðindi Vinna

Fríggjadagin 26. mai verður skipað fyri faroexpo ráðstevnu undir heitinum “Kríggj og vinnulig órógv”. Ráðstevnan verður hildin í estetiska salinum í Bylgjuni í Runavík

 

 

Fokus verður sett á útflutningur sum avgerandi  fyri framhaldandi vøkstur og støðugar karmar hjá vinnuni í Føroyum. Útflutningsavbjóðingar hava tí vanliga stóra ávirkan á føroysku vinnuna. Ráðstevnan á Faroexpo setir fokus á størstu avbjóðingina í løtuni, sum er høga inflatiónin, trýst frá útheiminum í mun til hvønn vit skulu samhandla við og ikki, og hvat politiski myndugleikin ger / ikki ger í hesum sambandi. Umrøtt verður m.a.

 

  • Hvørja ávirkan hevur Ukreinakríggið havt, og hvørja ávirkan fer tað at hava, á marknaðaratgongdina hjá føroyskum útflutningi 
  • Hvussu ávirkar hetta føroyska almenna vinnupolitikkin í mun til broyttu støðuna
  • Í hvønn mun ávirkar støðan kappingarførið hjá vinnuni

 

Serfrøðingar, bæði føroyskir og útlendskir frá ymiskum bakgrundum, koma at umrøða støðuna hjá føroysku vinnuni. Eisini verður eitt pallborð um evnið á skránni, har politiskir og vinnuligir aktørar koma at kjakast, um tær avbjóðingarnar kríggið hevur, hvat verður gjørt fyri at finna nýggjar marknaðir og hvussu framtíðin sær út. Fyrilestrahaldararnir til ráðstevnuna eru:

 

·       Fróði Magnussen, formaður í búskaparráðnum og stjóri á Formula

·       Pól Huus Sólstein, sølutjóri Christian í Grótinum, og

·       Michael Every, altjóða strategi leiðari úr Rabobank.

 

Ráðstevnan endar, sum nevnt, við einum kjaki, har eitt breitt samansett kjakpanel av politikarum og vinnuligum aktørum, umrøða konkretu støðuna, sum Føroyar standa í í løtuni:

 

·       Skulu Føroyar herða tiltøkini, og hvørjar avleiðingar fær tað?

·       Hvat ger politiska skipanin fyri at tryggja atgongd til aðrar marknaðir, t.d. gjøgnum fríhandilsavtalur o.a.?

·       Hvat heldur vinnan er vegurin fram?

·       Hvussu ávirkar økta inflatiónin vinnuna í løtuni?

·       ... og annað sum stingur seg upp.

 

Nærri kunning um faroexpo og tilmelding til ráðstevnuna fæst inni á www.faroexpo.fo

 

Øll eru vælkomin!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…