Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tungu skýggini frá landsins leiðslu ferðast í ein landnyrðing

SKRIVAÐ: Eyðstein Ó. Poulsen  |  13.05.2023 - 01:26 Politikkur Tíðindaskriv

Sólskinssøgan við skannaragávuni í landnyrðings Føroyum er forpestað av smáborgarligheit, lokalpolitikki og snævurskygni í høvuðsstaðnum!

 

Sum trivnaðarnevndarformaður í næst størstu kommunu í landinum so ræðir tað meg, at vit í dag ikki eru komin longur á leið at bjarga fólki, røkja trivnað og skapa trygd í okkara samfelag, enn at nøkur fá snævurskygd við lokaláhugamálum í Havn skulu sleppa at ditta sær í hesum so álvarsliga máli. Satt at siga, so kemur tað bak upp á meg, at eg verði noyddur at tala at í hesum annars so góða máli.


Søgan um skannaran er ein sólskinssøga, ið grundleggjandi passar inn í virksemið í KS og samstundis í virksemið hjá heilsuverkinum.


Støðan er tann, at vit hava eina loysn á borðinum. Skannarin er klárur, umstøður eru til tað. Virksemið er grundfest.


Skannarin fer at stytta um tíðina við óvissu hjá borgarunum í hesum landi, ið hava tørv á hesum tilboði.


Vit bjarga lívum hjá borgarum í hesum landi!


Vit skattgjaldarar sleppa undan at gjalda hesa íløgu!


Vit spara rakstur!


Hvussu kunnu vit í 2023 góðtaka eina leiðslu, sum fløkir seg fastan í einum systemi, ið skal verja okkum borgarar, og sum endar við at frámæla og tveita hesa gávu og hesa funktión burtur?


Hetta kann bert henda, tí vit hava fingið eitt system, ið ikki hevur trygdina hjá okkum borgarum í hásæti. Her er eingin haldfør grundgeving fyri at skapa ruðuleika rundan um hesa funktión. Um tit ikki megna at taka ímóti, so er tíð upp á at flyta seg úr systeminum ella at broyta systemið. Fyri okkum uttanfyristandandi tykist systemið at vera blivið alt ov stórt, har fokusið á tænastur til borgaran hevur minni týdning enn makt og sentralisering!


Eyðstein Ó. Poulsen

Trivnaðarnevndarformaður

Klaksvíkar kommmuna

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…