Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoya Bjargingarfelag fekk avloysara til “Ziska”

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  13.05.2023 - 18:17 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag var stór móttøka á Stongunum, tá bjargingbáturin, ið skal avloysa Ziska, sum Norðoya Bjargingarfelag keypti frá RNLi í Skotlandi fyri 18 árum síðani.

“Nýggi” Ziska er keyptur úr Noregi úr Langevåg í Bømlo. Hesin nýggi Ziska er nærum javngamal við hin fyrra, við tað at gamli Ziska er 40 ára gamalur og hesin “nýggi” er bygdur í 1986. Hann fekk tá navnið Skomvær III og er góðar 19 metrar langur, breiddin er 5,7 metrar og hann stingur 1,40 metrar. Hann hevur tveir MAN dieselmotorar upp 735 kW. Mesta ferðin hjá bátinum er 25 sjómól og hann kann sigla 300 nautiskar míl uttan nýggja bunkring.

Roknað verður við at báturin skal hava eina manning upp á trý fólk, nevniliga skipara, maskinmeistara og stýrimann. Trý kømur eru til manningina, so um tað krevst, so kann manningin búgva umborð. Nýggi Ziska er útgjørdur við messu, gallu, bæðirúmi, wc, vaskirúmi og øllm tí sum krevst til at búgva umborð.

Á dekkinum er ein hydrauliskur kráni, mobbátur, tól til eldsløkking, kompressari til kaving og ikki minst sleipikrókur.

Á brúnni eru øll neyðug nautisk tól, eisini til fjarleiðir.

Gullak Fróði Gullaksen, stýrimaður á túrinum sigur, at teir sum vóru við at sigla bátin úr Noregi, um Hetland til Føroyar vóru umframt Gullak: Marius Magnussen, Skipari á túrinum, Louis Juliusson Poulsen, Poul Ivan Askham, Karstin Bertholdsen. Á ferðini heim var eisini ein norðmaður, Bent Maskvil. Norðmaðurin var maskinmeistari á túrinum, hann kendi til maskinrúmið, tí hann hevði áður siglt sum maskinmeistari við Skomvær III.

Víðari sigur Gullak Fróði Gullaksen, at teir fingu eina sera stóra móttøku í Lervig tá teir komu hagar. Tá Norðoya Bjargingarfelag keypti RNLI bjargingarbátin fyri 18 árum síðani blivu sterk bond knýtt til Lervig og hava hildið líka til nú. Bjargingartænastan í Lervik tók ímóti nýggja Ziska bæði við bjargingarbáti og tyrlu, so vit kendu okkum rættuliga væl í Lervik.

Men nógv fólk var eisini samankomið á Stongunum í dag, her borgarstjórin Karl Haldursson Johansen gekk á odda. LBF, landsfelagið hjá føroysku bjargingarfeløgunum var eisini umboðað við móttøkuni, ikki minst av bjargingarbátunum hjá felagnum, tað settu vit sera stóran prís upp á og so móttøkuna á Sløkkiliðsstøðini ið vísti áhugan fyri tí sjálvbodna arbeiðinum, sum fólk innan føroysku bjargingarfeløgini gera.

Hvar fer at henda við gamla RNLI Ziska liggur ikki heilt fast enn, men fyribils er hann útleigaður frá August í ár til Mai í komandi ári. Orsøkin er at bjargingarbáturin LÍV hjá Tórshavnar Bjargingarfelag skal umvælast tað tíðina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…