Lýsing
Lýsing
Lýsing

Soleiðis flýgur Atlantic Airways til Berlin til EM-hondbólt í januar 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.05.2023 - 17:03 Ítrottur Tíðindi Vinna

Sum áður kunngjørt fer Atlantic Airways, sum eisini er stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya, at flúgva beinleiðis til Berlin í sambandi við, at føroyska A-landsliðið hjá monnum í hondbólti skal luttaka í EM-endaspælinum í januar 2024.

 

 

Og nú er greitt, hvørjar dagar tað verður flogið til týska høvuðsstaðin.

Fyrsta flogferðin beinleiðis úr Vágum til Berlin verður 9. januar, tá føroysku landsliðsspælararnir eftir ætlan eisini fara avstað. Síðani verður flogið 10. januar og eisini 11. januar 2024. 11. januar verður flogið um morgunin, so tað er í góðari tíð áðrenn dystarbyrjan.

Heimferðirnar úr Berlin til Føroya verða 16. januar 2024, og talan verður um tríggjar flogferðir.

Prísurin fyri at flúgva beinleiðis til Berlin verður úr 3.595 kr. aftur og fram, og sølan byrjar 30. mai 2023 kl. 13.

- Tað er eitt bragd, at Føroyar hava vunnið seg víðari til eitt EM-endaspæl. Sum flogfelag síggja vit tað sum okkara samfelagsskyldu og eru sera errin av at kunna flúgva hondbóltslandsliðið og bjóða føroyskum áskoðarum at koma beinleiðis úr Vágum til Berlin, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Dystirnir í bólkinum hjá Føroyum til EM-undanspælið verða spældir soleiðis:

Hósdagin 11. januar kl. 18.00*: Slovenia – Føroyar / Noreg – Pólland
Leygardagin 13. januar kl. 20.30*: Føroyar – Noreg / Pólland – Slovenia
Mánadagin 15. januar kl. 18.00*: Pólland – Føroyar / Slovenia – Noreg

*Lokalar tíðir

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…