Lýsing
Lýsing
Lýsing

Relativisma

SKRIVAÐ: Jóhannes M.Olsen                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                  |  18.05.2023 - 03:33 Lesarabrøv Mentan

Hugsanin um at sannleikin ikki er endaligur, men lutfalsligur

 

Tað er lætt at vera ein moralskur relativistur, tá kann man nevniliga gera alt ein sjálvur følir ella heldur vera rætt, eingin kann fortelja hvat ein eigur ella ikki átt at gjørt.

Men tað eru ting relativistar ikki kunnu gera. Sum t.d. hesi nevndu. Tey kunnu ikki ákæra onnur fyri at gera nakað skeivt, avtíð relativistar avnokta at tað fyrikoma skeivar gerðir. Alt er líka rætt. Um man heldur ella meinar at moralur er nakað man definerar sjálvur, kann man ongantíð ákæra onnur hvat tey gera, óansæð hvat. Relativisma góðtekur øll persónlig val, óansæð fylgirnar av hesum valum.

Ein relativistur kann ongantíð siga at Holocaust var galið. Relativisma ger tað ógjørligt at rósa nøkrum fyri at hava gjørt nakað gott. Tá ið man avnoktar at tað finnist nakað gott absolutt satt og absolutt rætt so hevur man onki grundarlag fyri at siga Ella góðtaka at onkur hevur Gjørt nakað Gott.

Relativisma kann heldur ikki siga at nakar er órættvísur, tá íð rættur og rættvísið eru hugtøk uttan nakra meining í einum  relativistiskum heimi ella samfelag Tá finnist heldur eingin skuld. Eingin kann ábyrgdast ongin er snýttur.

Man kann nemt fáa fatan av at toleransi Er ein av dygdunum í Relativismuni, men tað er ógjørligt. Tað finnist eingin toleranse í Relativismuni, tí tað gongur ímót grundsetninginum í Relativismuni, sum sigur alt er líka gott, um tað ikki finnast nakrar moralskar reglur, tá eru heldur ongar moralska fyriskipanir, um so er hví skal ein so vera tolirantur?

Relativisman kann heldur ikki nýta tann ónda trupuleikan, sum er eitt argument ímóti Gudi, avtíð hon førir fram at tað finnist einki ónt.  (Hertil sagt og skriva av Dr.med Kjell J. Tveter kirurgur og urologur prof. 23 ár avdl. Lækni 17 ár Ullevål sjúkrah. Tveter er vísmaður og útgivið læruríkan lesnað kristin persónligheit, nú pensjonist.)

 

Jóhannes M.Olsen

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
26% fleiri á val kl 11
Valkafé í Skálanum – øll eru vælkomin
9 norð­oy­ingar stilla upp til Fólka­tingið
Rættvís skatta­skipan – eisini fyri føroy…
Íløgur í samferðslu eru íløgur í framtíð…
Nei fíggjar­lógin er ikki komin á beint
Økja um útboðið av bústøðum
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Fíggjar­lógin er komin á beint
Hví skulu øll integrer­ast?
Fólka­flokku­rin: Valkafé í Skálanum
Vel Fólka­flokkin – eisini á Fólkating!
Klaksvíkar kommuna áleggur ikki meir ska…
Nú er stundin at savnast um eina sterka…
JAF kundi tað sama verið ein heilt annar…
Aksel og Beinir samdir um tjóðarsemjuna
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands