Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu minka vit oljunýtsluna í fiskiskapinum?

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.05.2023 - 15:58 Tíðindaskriv Vinna

Komandi 3 árini fara reiðaríir saman við granskingarstovninum Sjókovanum at arbeiða við verkætlan, um hvussu oljunýtslan kann minkast í fiskiskapinum.

 

 

Tað er av alstórum týdningi at minka um oljunýtsluna hjá fiskiskipunum. Bæði tí, at oljan er sera týdningarmikil partur av samlaðu útreiðslunum, og høgi oljuprísurin tyngir um raksturin hjá skipunum. Harafturat hava Føroyar bundið seg til at minka um útlátið, og fiskiflotin er ein týðandi partur av samlaða føroyska útlátinum.

 

Eingi almenn útgreinaði tøl eru um oljunýtsluna í føroyskum fiskiskapi, men Sjókovin hevur seinastu árini, í tøttum samstarvi við reiðaríir, greinað oljunýtsluna í størstu skipabólkunum fyri árini 2019-2022.

 

Verkætlanin byggir víðari uppá hetta arbeiðið, har farið verður undir, at meira nágreiniliga skráseta og greina oljunýtsluna hjá føroyskum fiskiskipum, soleiðis at ítøkilig átøk kunnu roynast, mátast og at enda íverksetast fyri at minka um oljunýtsluna.

 

Høvuðsendamálið við verkætlanini er sostatt at skapa neyðugu vitanina og tilvitanina fyri at minka um oljunýtsluna í føroyska fiskiflotanum.

 

Fyri at røkka hesum yvirskipaða málinum fer verkætlanin at

1.     lýsa støðuna viðvíkjandi oljunýtslu í ymiskum fiskiskapum og skipabólkum. Oljunýtslan verður skrásett, og kannað verður, hvar mesta oljunýtslan er, t.d. sigling til og frá fiskileið, tóving, reiðskapur o.a., soleiðis at nágreinilig vitan fæst um oljunýtsluna.

2.     kanna hvørji tiltøk longu eru sett í verk í flotanum fyri at minka um oljunýtsluna. Eisini vera gjøgnumgingnar føroyskar og útlendskar kanningar av oljunýtsluni hjá fiskiskipum.

3.     Við støði í omanfyristandandi fara luttakararnir í verkætlanini at eyðmerkja og royna í verki ítøkilig átøk fyri at minka um oljunýtsluna.

 

Verkætlanin um at minka um oljunýtsluna í fiskiskapi verður fíggjað av Fiskivinnugransking umframt eginfígging frá reiðaríum og Sjókovanum.

 

Mikudagin 24. mai kl. 10 verður verkætlanin skotin í gongd við fyrsta fundinum í Bátasavninum í Leirvík. Á fundinum verður arbeiðið í verkætlanini lagt til rættis.

 

Verkætlanin er opin, og øll skip og bátar, sum hava áhuga at luttaka í verkætlanini, eru vælkomin á fundin. Áhugaði kunnu venda sær til Unn Laksá á unn@sjokovin.fo ella +298 558500.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…