Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Árni tryggjaði KÍ greiðan sigur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  21.05.2023 - 17:47 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Tað hevur fyri tað mesta verið Páll A. Klettskarð, sum hevur verið avgerandi í ár, men í dag var Árni Frederiksberg aftur við í nógvum, ja hann átti avgerandi lut í øllum málunum hjá KÍ.

Í fyrra hálvleiki var ikki stórvegis munur á liðunum í spæli og støðum. Men ein avgerandi munur var. KÍ-arnir vóru skarpari og skoraðu uppá tveir av sínum málmøguleikum. 07 Vestur var væl við hóast teir manglaðu sínar kanska tveir bestu leikarar í Uros Stojanov og Magnus H. Jacobsen.

Í seinna hálvleik stýrdi KÍ dystinum og vann at enda 3-0. Stóri leikarin var Árni Frederiksberg við einum máli og tveimum uppleggum. Eina málið var sjálvmál og Claes Kronberg skoraði eitt. Fyri KÍ var tað keðiligasta við dystinum, at tríggir leikarar - Vegard Forren, René S. Joensen og Jóannes K. Danielsen - fóru skaddir av vøllinum. 

Mikukvøldið kl. 19.00 verður toppdystur í Klaksvík, tá nr. 2, B36, vitjar. Undan dystinum er B36 seks stig aftanfyri KÍ, so talan er um týdningarmiklan dyst fyri oddastríðið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París