Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nakrar broytingar í Team Klaksvík til 2023/24

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  22.05.2023 - 11:24 Ítrottur Tíðindi

Vit hava spurt formannin í Team Klaksvík um komandi kappingarár

 

(Grein úr blaðnum)

 

Team Klaksvík endaði á 3. plássi í 2022/23. Team Klaksvík tapti hálvfinalurnar móti VÍF, har talan var
um javnan dyst stóran part av fyrra dystinum í Klaksvík, men í Vestmanna var VÍF ov gott. Í dystinum um
3. plássið vann Team Klaksvík ein spennandi dyst móti Neistanum. Sostatt vann Team Klaksvík bronsu
annað árið á rað.

 

Nøgdir við kappingarárið hjá felagnum

Óli á Gravarbø hevur verið formaður í Team Klaksvík seinnu árini. Hann sigur, at nendin er væl nøgd við
farna kappingarár.

- Tað mest gleðiliga hjá okkum er ungdómsparturin. Har eru vit rættuliga farin at gera um okkum. Vit
høvdu lið allan vegin upp til og við U14 og hesi liðini luttóku í A-bólkunum. Komandi kappingarár fara
vit at hava U16 lið fyri fyrstu ferð í eini seks ár. Har hava vit ein breiðan hóp av eini 14 leikarum. Og
longri niðri hava vit góðar leikarar, har tað er góður møguleiki at vit fara at fáa U-landsliðsleikarar
komandi árini, kanska longu í 2023/24. Alt hetta kemst av góðum ungdómsarbeiði gjøgnum fleiri ár.

- Á besta liðnum var tað eitt sindur meira rokaligt, har vit gjørdu eitt venjaraskifti mitt í kappingarárinum.
Vit høvdu fleiri stórar avbjóðingar, men vit høvdu framgongd gjøgnum kappingina og megnaðu at
endurvinna bronsuna. Í fjør var tað nakað stórt, tí tað høvdu vit ikki megnað áður, men hesaferð er tað
øðrvísi. Nú vilja vit meir, sigur Óli á Gravarbø.

 

Skulu hava nýggjan venjara

Team Klaksvík skal hava nýggjan venjara. Í farna kappingarári byrjaði Heini Hanusarson sum venjari,
men mitt í kappingini skifti Team Klaksvík venjara, har Borce Markovski bleiv venjari. Hann er eisini
høvðusungdómsvenjari hjá ÍA á Argjum, og tað gav nakarar avbjóðingar. Nú er greitt, at Team Klaksvík
skal hava nýggjan høvuðsvenjara.

- Vit eru í samráðingum við fleiri. Tað er bæði í Føroyum og uttanlands. Fyri okkum hevur tað týdning at
vit fáa ein, sum vil tað sama vit vit og sum skilir okkara umstøður, sigur Óli við Norðlýsið.
Nakrar broytingar í hópinum

Í hópinum hjá Team Klaksvík verða nakrar broytingar. Formaðurin sigur, at hann vónar, at føroyski
parturin av hópinum í stóran mun heldur fram. Hjá summum er viðlíkahaldsvenjingin longu byrjað. Av
útlendsku leikarunum so halda málverjin David Henigman og bakkurin Nikolay Bliznov fram, meðan
Nikola Kedzo og Jure Fistonic ikki halda fram. Team Klaksvík leitar eftir leikarum, sum skulu koma í
hópin ístaðin fyri hesar.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Dalsenni 12.000 pund
Veðrið í vikuni
Gimmi væl fagnaður á Glyvrum
Ungdómar syngja og vitna í Betesda í kvø…
Stóri leiklutu­rin hjá Dávidi B. Andrease…
Sjey nýggir slangukavarar
FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni
Bókaframløga á Biskupsstøðgarði­num í dag…
KÍ veitslan verður dupult so góð
Willy trummar í Tróndheimi
Minningarhald teirra sjólátnu
Tað næstbesta árið hjá nøkrum føroyskum…
Minningarhald í Klaksvík
- Tú hevur verið ein tryggur klettur í f…
Epli og gularøtur av Sandi
Stórmøti á Kambsdali
Myndarøð: KÍ vann 2-0 á Víkingi og hevur…
KÍ skal heiðrast - Vit møtast á Djúpumýr…
Elinborg er klár við síni fyrstu heildar…