Lýsing
Lýsing
Lýsing

Oyggjaleikavangi í Badminton

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.05.2023 - 15:43 Ítrottur Tíðindi

Ranja Joensen, KBF, 14 ár

Tá føroyski íðkarahópurin tann 4. juli fer við Atlantic Airways til Guernsey at umboða Føroyar, vera tíggju badmintonleikarar við á ferðini.

Yngsti leikarin á ferðini verður 14 ára gamla Ranja Joensen, sum til dagliga leikar við Klaksvíkar Badmintonfelag. Vit hava biðið Ranju greitt okkum eitt sindur frá síni badmintonbakgrund og ætlanum:

Míni bestu úrslit í Føroyum eru at vinna FM øll barnaárini frá 2015 til 2023. Í kappingini hjá vaksnu kvinnunum vann eg silvur í tvímansleiki til Kontrast FM 2023. Mítt besta úrslit uttanlands var tá eg vann bronsu í einmansleiki í U15 elitu í kapping í Danmark í 2022. Í kapping í ár vann eg dyst í einmansleiki á spælara nr. 6 á danska ranglistanum fyri U15.
Í 2022 luttók eg í altjóða U19 kappingin sum BSF skipaði fyri og í einari U15 kapping í Svøríki. Vónandi verður tað ikki so leingi til eg sleppi at luttaka fyri Føroyar í EM og HM.

Eg vóni at vit fara at hava eina góða og læruríka kapping á Guernsey. Eg vóni at spæla mítt besta, og at vit koma heim við góðum úrslitum og heiðursmerki um hálsin.

Annars venji eg 5 ferðir badminton um vikuna, bæði í Klaksvík og Havn. Í tíðini inntil oyggjaleikirnar fari eg eisini at venja styrkivenjing 2 ferðir um vikuna.

Eg byrjaði at venja við Klaksvíkar Badmintonfelag í aug./sept. 2013, tá eg var 5 ár. Eg gleði meg til at umboða Føroyar á oyggjaleikum á Guernsey í summar. At merkja stemningin í høllini og at sleppa at spæla liðdystir fyri Føroyar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vónar nógvar áskoðarar í Badminton­høllin…
Almenn móttøka
Jóhan Christiansen — eitt ekkó frá Elian…
Góður endi upp á eitt gott fótbóltsár
Einans 3 tingfólk ímóti fleiri fiskidøgu…
Vitameista­rin á Biskupsstøð
FBF nýggjan høvuðsvenjara
Føroyski lestrarstuðulin verður hin sami…
Jólakort frá føroyskum skúla­børnum
Samvirkið yvirlit við játtaðum stuðli 20…
Nú stundar til JÓL VIÐ LØKIN
Konsert í Leirvík sunnudagin 23. novembe…
Thorvald vitjar Norðlýsið
Evropaflogbóltur í Klaksvík í morgin
Vatnleki á Heygavegnum
Taptu toppdystin
Svanberg hevur fingið nýtt venjarastarv
Fyrilestrar við unga ísraelska rithøvund…
Biðja norsku stjórnina um at endurskoða…
Hanus Hansen og Regin Jacobsen til audie…