Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eyðgunn & Eirikur: Tøkkin skal berast gevarunum av skannaranum

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen og Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsfólk  |  26.05.2023 - 17:51 Politikkur Tíðindaskriv

Tá tey røttu vilja tað rætta, so gevur tað úrslit. Tí eru vit sera fegin um, at bæði gevarar og sjúkrahúsverk nú eru komin á mál við smálutunum um skannaran til Klaksvíkar Sjúkrahús

 




Tað var ongantíð nakar ivi um, at talan var um eina stórfingna gávu, sum hóskar sera væl til leiklutin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í heilsuverkinum. Tilgongdin byrjaði heilt vist ikki so væl sum vit øll høvdu ynskt, og sum gávan eisini hevur uppiborið.


Men síðan tá hava allir viðkomandi partar gjørt eitt seriøst arbeiði fyri at tryggja, at rætta úrslitið kom.


Tað er tíverri ikki tað, sum vit kunnu siga um okkurt tingfólk í andstøðuni, ið nærmast roynir at fáa tað at síggja út sum, at tað er viðkomandi, sum letur Klaksvíkar Sjúkrahúsi 13 milliónir krónur. Tað tykist onkursvegna nokk so framligt, tá mann ongan leiklut hevur uttan at skriva greinar.


Men vit kunnu gera okkurt ítøkiligt, og tí fara vit saman við restini av samgonguni at tryggja, at skannarin fær neyðugu rakstrarjáttanina, so stórfingna gávan til Klaksvíkar Sjúkrahús fær fulla nyttu og kemur øllum føroyingum til góðar.


Eyðgunn Samuelsen og Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsfólk

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta