Lýsing
Lýsing
Lýsing
Pól Huus Sólstein, stjóri á North Pelagic | Mynd: Jóhann Lützen

Øgiliga naivt at síggja Russland sum einasta fjandan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.05.2023 - 12:17 Politikkur Tíðindi Vinna

Um Landsstýrið og Løgtingið velja at slíta fiskivinnusamstarvið við Russland, skulu nýggir marknaðir finnast, og tað er ongin, sum sigur, at moralska kumpassin hjá nýggju samstarvspartnarunum er nakað frægari. Vit skulu kanska til Vestur-Afrika, Miðeystur, Turkaland og Kina, og er nakað av teimum frægari enn Russland?, spyr stjórin á North Pelagic, ið roknar við, at føroyska samfelagið fer at missa umleið 370 milliónir av at uppsiga fiskiveiðusamstarvið.

 

 

Pól Huus Sólstein, stjóri á North Pelagic, hevði framløgu á Faroe Expo í Runavík, har hann greiddi frá, hvat er gjørt við útflutning av uppsjóvarfiski fram til dagin í dag, hví hansara fyritøka hevur gjørt tað, hon hevur gjørt, og endaði so við einum møguligum framtíðar-scenario, har hann metti um vinnuligu, fíggjarligu og búskaparligu avleiðingarnar av at slíta fiskiveiðisamstarvið við Russland.

 

Vinnan tilpassar seg

Vinnan skal nokk yvirliva og finna aðrar vegir, kemur tað til tað, men viðvíkjandi uppsjóvarfiskinum noyðist vinnan at útflyta hann til aðrar marknaðir, og møguleikarnir eru serliga lond, sum ikki virða mannarættindi, og hvat er tá vunnið, spyr Pól Huus. Hann nevnir Vestur-Afrika, Turkaland, Egyptaland, Miðeystur og Kina sum møguleikar, sum Landsstýrið og Løgtingið við síni avgerð rekur føroysku vinnuna í føvningin at handla við, skuldi russlandssáttmálin verið uppsagdur.

- “Skal man flyta seg frá Russlandi, skal man í klørnar á onkrum øðrum”, sigur stjórin, og vendir sær beinleiðis til føroysku politikararnar: “Tað verður tosað nógv um, at Føroyar skulu hava eina betri avtalu við ES, men tá vit tosa um uppsjóvarfisk, so er tað nakað tvætl. Uppsjóvarfiskur hevur longu frítt at fara í ES, men tað eru ikki har, at flestu og bestu avtakararnir av føroyskum uppsjóvarfiski eru.”

Feitur fiskur sum sild og makrelur selja nógv best til lond, har talan er um hart fysiskt arbeiði, og har er ES-marknaðurin eyðsýniliga ikki tann mest upplagdi fyri føroyskan uppsjóvarfisk. Tað eru eystureuropeisku londini hinvegin, sigur Pól Huus Sólstein. Feitur fiskur er nógv eftirspurdur og tí høgt virðismettur í Georgia, Póllandi, Azerbadjan, Ukraina, Kazakhstan – og Russlandi.

 

Hvar blíva handilsavtalurnar av?

Hann ger eisini vart við, at tað er als ikki bara sum at gera tað fyri Føroyar at gera nýggjar handilsavtalur: - “Føroyar hava bara gjørt eina einstaka handilsavtalu tey seinastu 30 árini, og vit hava í dag bara 3 (tosað verður um uppsjóvarfisk), meðan Ísland hevur 27 og Noreg hevur 30, og tað eru fyrst og fremst teimum, vit kappast ímóti.”

 

Russland slítur um vit siga upp

Í framløguni nevndi Pól Huus Sólstein eisini, hvat avleiðiningin fer at vera, um teir føroysku politikararnir, ið ynskja at slíta samstarvið við Russland, verða eftirlíkaðir:

- “Taka vit fiskin av tí russiska marknaðinum og flyta hann til ein annan, so verður útboðið nógv størri og eftirspurningurin tann sami, og so fer prísurin niður. Eg meti, at prísurin á sild og makreli fer niður, kr. 1,50 pr. kg. Seta vit tað í samband við uppsjóvarkvotuna, sum Føroyar hava í ár, pluss tað sum vit møguliga høvdu latið Russlandi, tosa vit um eitt tap uppá 370, 375 ella 380 milliónir, umleið, fyri føroyska samfelagið”.

Hetta grundar hann á, at um føroysku politikararnir nú velja at siga fiskiveiðuavtaluna upp, er sannlíkasta russiska aftursvarið, at allur samhandilin við Russland heldur uppat.

 

Pallborð har kjakast varð um avbjóðingarnar kríggið millum Russland og Ukraina hevur, hvat verður gjørt fyri at finna nýggjar marknaðir og hvussu framtíðin sær út. Frá vinstru Símun P. Jacobsen, sølustjóri hjá Bakkafrost, Høgni Hoydal, uttanríkismálaráðharri, Pól Huus Sólstein, stjóri North Pelagic og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann trygt 3-1 á Djúpumýru…
Góða gongdin hjá KÍ heldur fram
Veðrið um vikuskiftið
Kvartettin í Betesda sangfund í Skálavík…
5 nýggjar barnabøkur á føroyskum
City Tórshavn hevur fingið nýggjan leiða…
Heiðrikur á Heygum í Gamla Seglhúsinum
Lena Anderssen spyr: “Dugir tú at tosa f…
Ruth og Gert eiga vakrasta urtagarð
FIFA-viðtøkur stríða ímóti ES-lóggávu, s…
Norðsøki 4.200 pund
200 milliónir við síðuna av
Avgerðandi dómur innan fótbóltin í dag
Upptakt: KÍ-NSÍ
Varpið rockaði
Onkutíð er neyðugt at bróta upp um ermar
Eg var helst fyrsti HF'ari í Føroyum
Kirkju­kjalla­rin: Tá Kambur sakk
”Munur er á at siga ósatt og at siga ósa…
Birgir Sigurðsson úr Klaksvík ger vart v…