Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kunnu Føroyar basa Kýpros hesa ferð?

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  27.05.2023 - 19:28 Ítrottur Tíðindaskriv

Annan hvítusunnudag, 29. mai, kl. 18 spælir flogbóltslandsliðið við monnum ímóti Kýpros í høllini á Hálsi í Silver Legue-kappingini, sum Føroyar fyri fyrstu ferð eru við í. Dagin eftir spæla somu liðini, og eisini tá í høllini á Hálsi, har Kýpros tekniskt hevur heimavøll tá; hetta tí londini hava avtalað at spæla báðar dystirnar í Føroyum.

 

 

Á styrkislistanum hjá evropeisku flogbóltssamgonguni, CEV, er ikki tað stóra gloppið millum londini, har Føroyar eru nr. 37 og Kýpros nr. 35, so tí eru vónir um at vinna á Kýpros fyri fyrstu ferð. Men so skal eisini gangast væl í hond, tí teir fýra ferðirnar Føroyar møttu Kýpros í 2015, 2010, 2007 og 2004, vann Kýpros allar dystirnar 3-0. Frægasta úrslitið var í 2010, tá settini endaðu 20-25, 15-25, 19-25. Ein av leikarunum á tí liðnum var Thorvald Danielsen, sum nú er liðskipari .

To skal sigast, at í summum av hesum kappingunum var loyvt at hava tveir útlendskar leikarar á  landsliðnum, og hesum gjørdi Kýpros sær eisini dælt av og hevði mannað seg við sterkum útlendskum smassjarum, sum vunnu Kýpros nógv stig. Føroyar gjørdu sær ikki dælt av hesum møguleika. Áhugi var ikki fyri tí, og haraftrat loyvdu ÍSF-reglur tí ikki.

Men í Silver League kappingini er ikki loyvt at spæla við útlendingum á landsliðnum, men hvussu stóran mun tað fer at gera fáa vit at síggja annan hvítusunnudag og týsdagin.

Triðja landið í bólkinum er Lettland, sum Føroya spæla ímóti sunnudagin 4. juni í høllini á Hálsi. Tvey tey ovastu liðið í bólkinum spæla hálvfinalur ímóti teimum báðu bestu úr hinum bólkinum, har londini eru Ungarn, Georgia og Eysturríki.

Heimadystir, menn:
29. mai kl. 18:00: Føroyar – Kýpros
30. mai kl. 19:00: Kýpros – Føroyar (spældur í Føroyum)
4. juni kl. 19:00: Føroyar - Lettland
*Heimadystirnir verða vístir beinleiðis í Televarpinum.

Útidystir, menn:
10. juni kl. 19:00: Lettland - Føroyar


Føroyska manslandsliðið:
Bjarni Joensen
Mattias Nolsøe Isaksen
Filip Ilic
Ólavur Johannesen
Hjørtur Joensen
Hákun Heinason
Jóhan Arni Elisson Wang
Teitur Eliasen
Vuc Ilic
Tóki í Haraldstovu
Thorvald Danielsen
Niels Niclasen
Silas Poulsen
Símun H. Poulsen

Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…