
Møguligur havnarstongsul má gerast eftir norskum leisti
- Annars kunnu fylgjurnar fyri Føroyar verða katastrofalar. Norðlýsið hevur hugt í sáttmálan millum Noreg og Russland, og harí stendur, at um norðmenn víðka sanktiónirnar til at fevna um meira enn havnastongsilin við verandi 3 undantøkum (Tromsø, Kirkenes og Båtsfjord), so tilskilar Russland sær rætt til at suspendera alla protokollina uttan fyrilit fyri ásettu tíðarfreistunum. Tað er tí væl hugsandi, at Russland uppsigur alt samstarv, um Føroyar steingja allar sínar havnir fyri russum.
Árni Gregersen, viðmerkjari, nevndi í Degi og viku í gjár, at roknast kundi við, at málið um framhaldandi samstarvi við Russland endar einum havnarstongsli heldur enn uppsøgn av fiskiveiðiavtaluni, sum onkrir politikarar hava sagt seg ynskja. Men eftir avtaluni millum Noreg og Russland at døma, so merkir ein fullkomin havnastongsul tað sama sum at suspendera alla avtaluna. Ítøkiliga stendur í avtaluni:
“Den russiske part informerte den norske part om at i tilfelle ytterligere ensidige begrensninger som skal gjelde de russiske fiskefartøyenes adgang til havnene i Norge blir innført, forbeholder den russiske part seg retten til å suspendere denne protokollen uten hensyn til fristene fastsatt i § 7 i Forretningsordenen for Den blandete norsk-russiske fiskerikommisjon.”
Hetta var umleið tað sama, sum Pól Huus Sólstein, stjóri á North Pelagic, førdi fram á Faroe Expo í Runavík. Føroyar skulu ikki vænta at seta tiltøk í verk ímóti russum uttan at russar afturfyri eisini seta tiltøk í verk ímóti Føroyum, og her er tað sannlíkt, at alt samstarv verður uppsagt av russum. Harvið kann tapið hjá Føroyum gerast nógv størri, enn Landsstýrið higartil hevur ímyndað sær, tí tá varð einans roknað við føroysku tiltøkunum – ikki tapinum av russisku móttiltøkunum.
Pól Huus Sólstein metir tapið til umleið 370 milliónir, um samstarvið við Russland fer fyri bakka. Hetta er bert fyri søluna av pelagiskum fiski.
Føroyar mugu tí rokna við, skulu vit ikki missa russiska marknaðin heilt, at vit mugu gera sum norðmenn og bert lata ein møguligan havnarstongsul galda fyri nakrar havnir, meðan russar framvegis kunnu koma inn í summar havnir í Føroyum. Harvið fáa Føroyar sent neyvt sama signal, sum Noreg hevur sent til altjóðasamfelagið, uttan tær heilt katastrofalu avleiðingarnar fyri Føroyar sjálvar.
Bólturin liggur nú í Løgtinginum, og hetta eru heilt avgjørt viðurskifti, Løgtingið má taka við í viðgerðina, fyri at kunna taka avgerð sína á upplýstum grundarlagi.