Lýsing
Lýsing
Lýsing

40 íløgumilliónir úr Havn til Fuglafjarðar

SKRIVAÐ: Eyðfinn Reyðberg, stjóri  |  28.05.2023 - 09:10 Tíðindaskriv Vinna

Tað er eitt gott tekin fyri Fuglafjørð sum bý, at Bústaðir nú velur at fullføra tvær íbúðarverkætlanir í senn í býnum, og gera íløgur fyri meir enn 40 mió.kr. tilsamans uppá hesar báðar verkætlanir.

 

 

Væntast kann, at eini 60 fólk samanlagt koma at búgva í teimum 24 íbúðunum hjá Bústaðir, og svarar hetta til 4% av fólkatalinum í Fuglafirði.

Í desember 2017 kunngjørdu Fuglafjarðar kommuna og Bústaðir, at byggjast skuldu 30 íbúðir úti á Land í Fuglafirði. Umstøður lagaðu tað soleiðis, at hetta ikki var veruleiki í fyrstu syftu.

Eftir áheitan frá Fuglafjarðar kommunu eftirlíkaðu vit at standa fyri at menna og útvikla verkætlanina, ið kommunan hevði stórt ynski um var gjøgnumførd.

Í september 2022 fekk Sp/f Toftanes 2 tinglýst skeyti frá kommununi og longu fyri jól var alt neyðugt arbeiði gjørt við byggibúning og stoypan, so klárt var at seta bygningin upp.

Samstundis í desember 2022 var avtala gjørd við útlendskan byggiveitara, um at seta upp og inniloka bygningin nú í summar. Hesin byggiveitari hevur frammanundan framt fleiri byggiverkætlanir í Føroyum, millum annað fyri Bústaðir.

Ímeðan samráðingar hava verið partanna millum, og øll formlig viðurskifti eru greidd, hevur arbeiðið hildið fram, og ger hetta, at íbúðarbygningurin verður settur upp sum ætlað í summar, nú við Bústaðir sum byggiharra og eigara.

Vit síggja hetta sum eina sólskinssøgu fyri Fuglafjørð sum bý, og tíðin fer at vísa, at tørvurin á íbúðum í Fuglafirði ikki verður nøktaður við tí sum Bústaðir nú byggir.

Tær fyritøkur, sum eftir ætlan skuldu eiga íbúðarbygningin, kunnu nú gera aðrar íløgur í staðin fyri.

Sp/f Toftanes 2 fegnast um góða og jaliga framburðin og úrslitið, og at hava staðið fyri at útvikla, menna og selja hesa verkætlan, sum eisini er høvuðsvirksemi okkara. 

Eisini gleðast vit um, at rætti eigarin Bústaðir verður til hesa verkætlan, sum er besta trygdin fyri framtíðina bæði hjá leigarum og Fuglafirði sum býi.

 


Sp/f Toftanes 2

Eyðfinn Reyðberg, stjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…