Lýsing
Lýsing
Myndarrøð - KÍ kvinnurnar 7 stig fremst
Eins og menninir, liggja kvinnurnar hjá KÍ fremst í landskappingini. Í dag vunnu tær á EBS/Skála við fýra málum ímóti ongum.
Málini hjá KÍ skutu Eyðvør 2, Tóra Mohr 1 og Rannvá 1.
KÍ hevur leikt 9 dystir í landskappingini og hevur 27 stig sum fremsta lið, teimum á baki kemur NSÍ kvinnur við 20 stigum.
Seint í myndarøðini, siggjast EBS/Skála mammur hugna sær í borðtennisdysti í hálvleikinum. Tær hugnaðu sær óført í hugnaligu hølinum hjá KÍ.
Seinastu tíðindini