Lýsing
Lýsing
Lýsing

Styttri arbeiðsvika krevur meira pening og fleiri hendur

SKRIVAÐ: landsbankin.fo  |  30.05.2023 - 11:28 Tíðindaskriv

Tað er eyðsæð, at ein styttri arbeiðsvika kemur at krevja bæði meira pening og fleiri hendur; nakað sum longu nú er ein avbjóðing fyri føroyska búskapin.

 

Stórt arbeiðstrot er longu nú í Føroyum, og fer tað at veksa í komandi tíðum. At stytta arbeiðsvikuna kemur tí at økja enn meira um verandi trýst á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ikki búskaparliga skilagott. Best er at minka um tey trýst, sum eru í búskapinum.

Harafturat kemur uppskotið at økja munandi um lønarkostnaðin í vinnuni og í almenna geiranum, og verður tað soleiðis við til at gera fíggjarpolitiska haldførið uppaftur verri.

Soleiðis sum gongdin hevur verið í føroyska samfelagnum seinnu árini og útlitini til vaksandi starvsfólkatrot innan fleiri økir, so er samfelagsbúskaparligi tørvurin ikki, at vit arbeiða minni, men heldur at vit arbeiða meira.

Spurningurin kann tí setast við, um hetta er rætta løtan at lækka arbeiðsvikuna frá 40 til 37 tíma arbeiðsviku.  

Tað ber til at gera eina lækking av arbeiðstíðini, um politisku myndugleikarnir ynskja tað. Í so fall er neyðugt, at politiski myndugleikin samstundis finnur fígging til endamálið, tí tað er ikki ókeypis. Og sum samfelag mugu vit tá eisini finna aðrar loysnir á vaksandi starvsfólkatrotinum.

Les grein um styttri arbeiðsviku frá formanninum í búskaparráðnum her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…