Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vinnan lyftir og mennir okkara lokalsamfelag – hjartaliga takk

SKRIVAÐ: Karl H. Johansen, Borgarstjóri  |  30.05.2023 - 11:30 Tíðindaskriv

Tey stóru og søguligu frambrot, sum lokalsamfelag okkara í løtuni upplivir, eru einans møgulig, tí vit hava eitt vinnulív, sum ikki bara er sterkt og dugnaligt, men sum eisini vísir ábyrgd og samfelagssinni ímóti okkara lokalsamfelag og landinum øllum. Fyri hetta hevur vinnan uppiborið eina hjartans tøkk og stóra virðing.

 

 

Tríggjar spennandi verkætlanir hava seinastu tíðina sett dagsskránna her í lokalsamfelagnum. Tær eru Skálagarður, skannari til Klaksvíkar sjúkrahús og hotellbygging í Klaksvík, og felags fyri allar hesar sera týðandi verkætlanir er, at eingin av teimum hevði verðið veruleiki uttan ein sera stóran innsats frá okkara vinnulívi.

 

Skálagarður,

sum Almannaverkið fyri stuttum alment tók í nýtslu, er úrslit av framúr góðum samstarvi millum Almannaverkið, landsstýrið og vinnufyritøkur her í lokalsamfelagnum, sum tóku lógvatak, og úrslitið fyriliggur í dag við hesum stásiliga heimi, sum kann hýsa 15 persónum við tørvi á umsorgan, lutvíst við búplássum og lutvíst við umlættingarplássum. Eitt nýtt, stórt, alment arbeiðspláss her í Klaksvíkar kommunu, sum vit eru ógvuliga fegin um og takksom fyri.

 

Skannarin,

sum hevur fingið nógva umrøðu seinastu vikurnar, er ein stórfingin gáva frá vinnufyritøkum í Klaksvík, Leirvík og Fuglafirði til Klaksvíkar sjúkrahús (KS), sum í ár fyllir 125 ár. Tað vóru júst fyritøkur og fólk á hesum somu plássum, sum í 1898 tóku lógvatak um at seta KS á stovn. Talan er um ein sonevndan 3 Tesla skannara, sum er tann fyrsti her á landi, ið fer at spara mongum fyri at fara av landinum til sjúkrahjálp, og sum eisini fer at økja enn meir um virksemið á KS. Enn eitt frambrot, skapt av lokala vinnulívi okkara.

 

Nýtt hotell

í Klaksvík hevur í áratíggjur verið ein dreymur og ein vón í lokalsamfelag okkara, sum til í dag ikki hevur eydnast nøkrum at gera til veruleika. Men nú vit skriva 2023, kunnu vit fegnast um, at tað er eydnast at gera dreymin til veruleika, og aftur her er tað vinnulív okkara, sum gevur lokalsamfelagnum hesa fantastisku gávu. Eins og Hotel Klaksvík var eitt frambrot, ið bygdi og menti lokalsamfelag okkara, fer nýggja hotellið í miðbýnum at broyta býin og lokalsamfelagið og lyfta okkum upp á nýggjar hæddir við nýggjum møguleikum fyri menning, virksemi og vøkstri.

 

Í øllum hesum trimum nýbrotum er ein felagsnevnari, nevniliga vinnulívið, sum enn einaferð vísir sítt stóra virði og sterka vilja til ikki bert at reka vinnu, men so sanniliga eisini at byggja land og bý, og hetta eru vit teimum hjartaliga takksom fyri.

 

Skálagarður kravdi eitt lógvatak millum alment og privat, har kommunan viðvirkaði og samskipaði. Hetta góða samstarv gav úrslit, og nú stendur Skálagarður har og er byrjaður at tæna okkara borgarum.

 

Sama sterka samstarv gjørdi seg galdandi í sambandi við tann nýggja skannaran, sum vinnan ógvuliga stórfingið lat KS sum føðingardagsgávu, og sum um nakrar mánaðir verður tikin í brúk at tæna okkara borgarum.

 

Her vísti okkara politiska skipan eisini styrki og skynsemi til tess at tryggja eina góða loysn og skipan kring nýggja skannaran, og eg havi fult álit á, at okkara landspolitikarar fara tryggja virkseminum kring nýggja skannaran neyðugu rakstrarjáttanina. Tøkk fái tit fyri tykkara týðandi leiklut og álitisfulla arbeiði til frama fyri øki okkara og landið alt.

 

Nýggja hotellið er eitt satt ódnartak, tí sum nevnt hava fleiri royndir áður verið gjørdar at útvega eitt hotell afturat í Klaksvík, men um nakar megnar hetta, so er tað júst vinnulívið.

 

Tykkum í vinnuni, sum hava veitt okkum øll hesi týðandi frambrot vil eg vegna alt okkara lokalsamfelag veita eina hjartans tøkk. Samfelagssinni og innsatsur tykkara fyri lokalsamfelag okkara er sanniliga tøkk verdur og hann tænir tykkum til stóran heiður og virðing.

 

Klaksvík, 30. maj 2023

 

Karl H. Johansen

Borgarstjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum