Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vænta rættiligt brak ímóti Georgia

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  30.05.2023 - 17:22 Ítrottur Tíðindaskriv

Tølini leggja í hvussu er upp til rættiligt flogbóltsbrak í høllini á Hálsi mikukvøldið kl. 19.

 

Flogbóltur: Silver League, kvinnur

Mikukvøldið kl. 19 spæla føroysku flogbóltskvinnurnar annan dystin í evropeisku Silvurliguni, og hóast tær taptu 3-0 fyri Montenegro í fyrsta dystinum í kappingini leygardagin, so eru vónirnar til dystin í morgin ímóti Georgia nógv betri. Serliga tí Georgia ikki er líka sterkt sum Montenegro; nakað sum eisini sást í dystinum hjá Georgia ímóti Portugal sunnudagin, har Portugal vann 3-0 (25-13, 25-12, 25-18). Tað úrslitið minnir um tað hjá Føroyum ímóti Montenegro, har settini endaðu 9-25, 7-25 og 20-25. Portugal og Montenegro eru styrkismett ávikavist nr. 28 og 27 í Europa, og Føroyar og Georgia eru styrkismett ávikavist nr. 35 og 34.

Tølini leggja í hvussu er upp til rættiligt flogbóltsbrak í høllini á Hálsi mikukvøldið kl. 19.

 

Georgiska flogbóltssøgan

Georgia hevur eina ferð verið við í EM-endaspælinum – tað var í 2017 – men tað var ikki tí liðið tá hevði framúr dygdir, men tí landið saman við Aserbadjan var vertur fyri kappingina. Georgia tapti allar sínar fýra dystir og endað aftast av teimum 16 londunum, sum vóru við.

Í Silvurliguni, sum á fyrsta sinni var býtt upp í Gull- og Silvurligu í 2018, hevur Georgia verið við tvær ferðir áður; í 2018 og 2019, og hevur vunnið ein av sínum tilsamans 12 dystum í kappingini. Tað var tá Georgia vann 3-0 á Ísrael í 2018. Aftrat tí hevur Georgia einans vunnið eitt sett; tað var í 3-1 tapi fyri Eysturríki í somu kapping.

Men áðrenn Silvur- og Gullligan vóru stovnaðar, varð spælt í eini felags evropeiskari ligu, og í henni var Georgia við í 2015 og 2018. Úrtøkan var 16 tap í 16 dystum, og 4 vunnin sett tilsamans.  

Dystir og úrslit í bólkinum hjá hjá Føroyum:
27. mai: Føroyar – Montenegro 0-3 (9-25, 7-25, 20-25)
28. mai: Portugal – Georgia 3-0 (25-13, 25-12, 25-18)

31. mai: kl. 19:00: Føroyar – Georgia
4. juni: kl. 16:00: Føroyar – Portugal

Útidystirnir:
11. juni: Portugal – Føroyar
14. juni: Georgia – Føroyar
16. juni: Montenegro – Føroyar 

------------------------------------------

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…