Lýsing
Lýsing
Lýsing

Badmintonleikarar til kapping í Farum

SKRIVAÐ: Badmintonsamband Føroya   |  30.05.2023 - 20:57 Ítrottur Tíðindaskriv

27. til 29. mai luttók U15 ungdómslandsliðið í badminton í eini kapping í Farum, sum liggur norðan fyri Keypmannahavn. 

 

Føroyskir leikarar hava nú í nøkur ár luttikið í hesari kappingini, og eru nærum hvørja ferð komin heim aftur við fleiri heiðursmerkjum.

At føroyskt badminton er í støðugari menning sæst aftur í hvørjum bólkum, tey eru meldaði til í.

Okkara leikarar luttóku í teimum ovastu bólkunum, E-bólkinum, sum er elitubólkurin, M-bólkinum, sum er beint undir E-bólkinum og í A-bólkinum.

Leikararnir í bæði E, M og A bólkinum høvdu fleiri tættar og gevandi dystir, har føroysku leikararnir stóðu seg sera væl.

Har tað bar til, luttóku tey í heili 3 kappingum, einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

 

Hesi luttóku fyri Føroyar:

  • Ranja Joensen
  • Inga Guðrin Samuelsen
  • Naomi Rajani Færø
  • Hansina Eysturtún Mouritsen
  • Sarita Kvilt
  • Jafet Rasmussen
  • Tóki Yngvason Guttesen
  • Ørvur Isfeld
  • Beinir Rúnason Weihe
  • Símun Sigvardsen

 

Við á ferðini var eisini ungdómslandsliðsvenjarin Fai Yin Wong, og ferðaleiðararnir Birita og Jon Sigurd Samuelsen.

 

Hesir leikararnir komu heim aftur við heiðursmerkjum í A bólkinum

  • Inga Guðrin Samuelsen, silvur, einmansleikur gentur
  • Ørvur Gunnarsson Isfeld og Símun Thorkildshøj Sigvardsen, silvur, tvímansleikur dreingir
  • Símun Thorkildshøj Sigvardsen, vann 3. plássið í einmansleikur dreingir
  • Naomi Rajani Færø og Inga Guðrin Samuelsen vunnu 3 plássið í tvímansleikur gentur.

 

Aðrir føroyskir leikarar luttóku eisini í kappingini í Farum. Kristoffur Samulsen vann silvur í tvímansleiki fyri menn saman við einum donskum leikara, hann spældi í U17/19A. Tóra Erlandsdóttir vann gull í einmansleiki og silvur blandaðum tvímansleiki saman við íslendskum leikara, hon spældi í U13A

Fleiri myndir frá ferðini eru at síggja á facebook vanganum hjá Badmintonsambandinum

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…