Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kunning um tillagingar í Læknavaktini frá 1. juni 2023

SKRIVAÐ: Heilsutrygd  |  31.05.2023 - 11:19 Tíðindaskriv

Eftir at samráðingarnar millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið ikki bóru á mál, hevur Kommunulæknafelag Føroya valt at gera tillagingar í Læknavaktini 1870

 

 

Í hesum sambandi hevur Kommunulæknafelagið boðað frá broytingum í tænastuni frá 1. juni 2023.

Læknavaktin svarar framvegis á telefon nr. 1870, og tað ber eisini til at ringja á tey telefonnummur, sum Kommunulæknafelagið hevur upplýst.

Í fyribilsskipanini verður altíð ein kommunulækni á vakt í meginøkinum. Skipan við koyrivakt heldur fram í Suðuroy og Sandoy.

Læknavaktin verður ikki longur staðsett á Landssjúkrahúsinum, men har sum vakthavandi læknin er.

Kommunulæknafelag Føroya fer at kunna borgarar á hóskandi hátt um nýggju fyribilsskipanina. Heilsutrygd fer at bera hesa kunning á www.heilsutrygd.fo

 

Samanumtikið verður hetta støðan frá 1. juni 2023:

·      1870 svarar framvegis, tá ringt verður til Læknavaktina.

·      Í meginøkinum verður ein lækni á vakt.

·      Í Suðuroy/Sandoy heldur tænastan við koyrivakt fram.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…