Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tíðindafundur á Viðareiði | Mynd: Sverri Egholm

Kann kosta Klaksvík dýrt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.06.2023 - 11:48 Tíðindi Vinna

Í morgun var tíðindafundur á Viðareiði, har formennirnir í teimum trimum samgonguflokkunum løgdu fram ætlanir teirra í mun til Rusland.

Í stuttum kann sigast, at russisk skip, ið landa í Føroyum verða hart rakt, og kann hetta hava stórar fylgir fyri vinnulívið.

Løgtingið skal í dag viðgera lógarbroyting, sum fevnir um umfatandi havnastongsul mótvegis russiskum skipum, sum annars skulu at bryggju í Føroyum.

Landsstýrið vissar fyri, at hetta ikki fer at ganga út yvir fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland, og tískil kunnu bátarnir, ið enn fiska í russiskum sjógvi, halda fram við virksemi sínum.

Tó eru tað aðrar tilhoyrandi vinnur, ið kunnu fara at merkja sviðan av nýggju átøkunum.

Á tíðindafundinum kom millum annað fram, at føroyskar fyritøkur framhaldandi kunnu veita olju til rusissku fiskiskipini, ið koma hendavegin, men tað er eisini tað einasta. Tað vil við øðrum orðum siga, at eitt nú umvælingar av skipum ikki kunnu gerast í Føroyum.

Hetta hevur stjórin í KSS, Frimodt Rasmussen, eisini sett seg spyrjandi yvirfyri, og hevur millum annað á Facebook retoriskt spurt Landsstýrið, hvør munurin er millum at veita olju til skip, so tey framhaldandi kunnu sigla, ella at umvæla skip so tey framhaldandi kunnu sigla.

Fiskiveiðuavtalan

Landsstýrið vissaði fyri, at fiskiveiðuavtalan ikki skuldi ávirkast av nýggju átøkunum, men tað stutta av tí langa er, at í løtuni eru tað helst fleiri fiskivinnufyritøkur, ið halda ondini, og bíða eftir hvussu Rusland svarar aftur, ella um teir yvirhøvur svara aftur.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Uttanríkismálum, segði á tíðindafundinum, at støða enn ikki er tikin til hvat skal henda við Russlandsavtaluni fyri komandi ár. Tann avgerðin verður tikin í heyst - helst í september.

Hóast russisk skip fiska áleið 100.000 tons í føroyskum sjógvi, so hevur verið talan um umskiping av 400.000 tonsum í Føroyum hesa seinastu tíðina. Tað er hetta meirvirksemi, sum nú verður støðgað við avgerðini hjá landsstýrinum. 

Norðlýsið er í Tinginum í dag og fylgir støðuni

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…