Veðrið á Norðoyastevnu
Enn eru 2 samdøgur til kappróðurin á Norðoyastevnu. Forsøgnin broytist ikki nógv, hevur verið stórtsæð tann sama í tveir dagar ella so.
Vit hava hátrýstveður fyri tíðina. Tað kann stutt sagt sigast at vera tað øvugta av lágtrýstveðri.
Kring lágtrýst fer luftin uppeftir, og so er skýgerð og avfall. Kring hátrýst søkkur luftin niður og tekur skýggini við sær og upploysir tey. Tí er loftið klárari, tá ið eitt hátrýst er nær.
Forsøgnin fyri leygardagin sær soleiðis út:
Lot til frískt lot av ymsum ættum, minni enn 6 m/s, turt allan dagin og samdrigið fyri tað mesta. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina niður í 7 stig.
Sunnudagin er frískt lot til frískan vind vestan ella av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft við sól ella sólglottum og turt. Hitin um dagin 9 til 14 stig, um náttina niður í 8 stig.
Forsøgnin fyri leygardagin klokkan 12. Eitt hátrýst er vestan fyri Skotland, trýstið í miðjuni er 1030 hPa. Rundan um hátrýstið melur luftin ímóti klokkuni, tí er vesturætt í Føroyum. Tað er nokkso lang ímillum isobarurnar, tí verður ikki nógvur vindur. Regnumráðini (brúgvaløgini) er langt frá Føroyum, tað nærmasta er við Eysturgrønland. Als ikki so galin forsøgn.