Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyska summarið byrjar við Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.06.2023 - 12:53 Leiðarin Mentan Tíðindi

Norðoyastevnuskráin í ár er óvanliga drúgv og breið, ja, ein tann mest umfatandi í fleiri ár. Stevnan býðir uppá gaman og álvara, andaligt og verðsligt, ítrótt og matgleði, nýskapan og siðvenju, ja, snøgt sagt alt, sum ein summarstevna skal innihalda, og gott og væl tað. 

 

 

Norðoyastevnan vaks sum aðrar summarstevnur fram kring kappróðurin. Tann fyrsta var í 1936, og framvegis er kappróðurin snúningspunktið. Heilar 90 manningar hava meldað til hesa stevnuna, væl fleiri enn í fjør. Men ein ørgrynna av mentanarligum tiltøkum eru so við og við løgst afturat, og tað ger norðoyastevnuskránna meira umfatandi. 

Eitt hæddarpunkt er, at Norðoyastevnuteitið við sínum skeivu vinklum á lokalu viðurskiftini verður aftur, hesaferð við heitinum “Vælkomin til Varpvíkar!”. Karmurin hesa ferð er ovara hæddin í Spinnarínum, og lesast kann meira um tað aðrastaðni í blaðnum. Eitt annað hæddarpunkt fyri mong er miðnáttarsamkoman við kyndlagongu og fýrverki. Nú (næst)seinasta hond verður løgd á mentanarhúsið Varpið, verður røðan hjá stjóranum Annfinni Heinesen uttan iva stak spennandi at lýða á. 

Á mentanarøkinum verða fleiri framsýningar, og úr rúgvuni kunnu nevnast listarframsýning við Klaksvíkar Rotaryklubba í Miðhøllini á Skúlatrøð, serframsýningin í sambandi við at Klaksvíkar Sjúkrahús fyllir 125 ár á Formninnasavninum, og listagrafikkframsýningin hjá HáTrýsT í gamla Seglhúsinum. Samrøður eru gjørdar við nakrar av framsýningarfyriskiparunum aðrastaðni í blaðnum.  

Átrúnaðurin setir sum vant eisini sín dám á stevnuna, og bæði Christianskirkjan og samkomurnar í býnum spíla seg veruliga út í ár við bæði opnum húsi, útimøtum og vitnisburðum og ungdómsmøtum, sæst í skránni. 

Saknur hevur verið í góðu gomlu hallardansunum, ja, sjálvt Kringvarpið sóknaðist herfyri eftir, hví teir vóru at kalla horvnir. Men hallardansur verður sanniliga á Norðoyastevnu; onki minni enn stórdansur við Hjarnum, All that Rain og DJ Cool leygarkvøldið. Dansur verður eisini fríggjakvøldið, tá í skálanum, har skift verður millum føroyskan dans, harmonikudans og so verða eisini lættari fólkadansir. 

Hyggja vit so í skránna fyri Biskupstorg, so verður sjálv setanin av stevnuni har kl. 11 leygardagin 3. juni eftir ein góðan ókeypis morgunmat afturvið floytutónleiki. Eftir tað verður uttandura grilling, og tá tað fer at kvølda, verða bæði konsert við Anfinni & Co., stovukonsert og ein serstøk konsert við Vestmonnum í Nólsoyar Páls-húsinum.  

Annars verður stevnan, sum vit kenna hana, við umfatandi Tivoli allar dagarnar, bæði kappróðri og stevnudysti millum KÍ og AB leygardagin, miðnáttarsamkomu náttina til sunnudag, og stóru skrúðgonguni við hornorkestri sunnudagin – og alskyns tiltøkum av øllum handa slagi ímillum hæddarpunktini. Matarstøðini í Klaksvík gera eisini nógv burturúr, og upplatingartíðirnar eru at finna í skránni í blaðnum. 

Við hesum vil Norðlýsið ynskja øllum norðoyingum eina góða stevnu og øllum gestum hjartaliga vælkomnum á Norðoyastevnuna 2023!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilja tryggja grund­arlagið undir bløðunu…
Veðrið í vikuni
Bæði Hávur liðini vunnu í dag 
Mjølnir gott hál í dag
Jonhard fyllir 70
Video: Watching the Smallest European Cl…
Eyðvør Klakstein bleiv ársins leikari hj…
Syngja jólini inn í Húsa kirkju
KÍ vann venjingardystin
Mjølnir í oddabraki í morgin
Ójavnin veksur í stórum
Fíggjar­mála­ráðið og Føroya Lærara­felag h…
Peninga­skipanin
Sangløta í Betesda leygarkvøldið
Frits: Tá ið kroppurin eldist
Haldið við jólatræið í Svínoy avlýst
KÍ spælir venjingardyst móti Víkingi í d…
Firmakappingin løgd
Sínámillum fiski­veiðiavtala millum Føroy…
Jól í Gamla Klakksvígshandli­num og ein v…