Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Norðoyastevnuróðurin í ár hevur eyka stóran týdning fyri Klaksvíking

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.06.2023 - 21:48 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðlýsinum) - Eftir tapið á Norðoyastevnu í fjør, so hevur Norðoyastevnuróðurin í ár kanska nakað eyka at siga, sigur bátsformaðurin á Klaksvíkingi undan fyrsta FM-róðrinum, har tvey 10-mannafør úr Norðoyggjum væntast at kappast um FM.

Leygardagin verður árins fyrsti FM-kappróður. Yvir 90 bátar fara at luttaka og søguliga sæð er tað eitt ár við góðari undirtøku. KRF hevur fingið nýtt neyst undan hesum kappingarárinum og áhugin tykist stórur fyri kappróðri í Klaksvík, tí felagið luttekur við heili 11 manningum í ár. Flaggskipið í kappróðrinum í KRF hevur hesa øldina verið 10-mannafarið Klaksvíkingur og Norðlýsið hevur tosað við bátsformannin, Brand Kjølbro, undan fyrsta FM-róðrinum. Klaksvíkingur vann FM í fjør, men Norðingur vann Norðoyastevnuróðurin í fjør og ódnartøkini fyri einari góðari viku síðani. Tí er ikki so løgið, at í Norðoyggjum er sera stórur spenningur til, hvat 10-mannafar fer at standa við gullinum í ár. Ein triði bátur er eisini við, sum er Vestmenningur, men honum hava vit ikki frætt nógv frá enn og hann luttók ikki í ódnartøkum, so fyribils fær hann fyrimunin av at verða undirtippaður ímun til 10-mannaførini úr Norðoyggjum. Norðoyastevnuróðurin fer at gera okkum nógv klókari uppá, hvar Vestmenningur, sum ikki hevur luttikið síðstu árini, er ímun til hinar.

 


Nærum sama manning

Klaksvíkingur kann í ár vinna triðja FM á rað og manningin er í stóran mun tann sama sum í fjør.

- Vit eru teir somu sum hava hildið saman nokkso leingi, og vit eru stórt sæð tann sama manningin. Vit hava tvær broytingar í mun til í fjør. Vit hava skift ein rógvara og skift róðursfólk. Vit hava fingið ein rógvara, sum vann FM við 6-mannafarinum Páll Fanga í fjør, og vit hava fingið eina róðurskvinnu, sum stýrdi 10-mannafarinum Eysturoyingi í fjør. Vit fingu manningina uppá pláss í januar mánaða. So vit hava ikki havt stórar trupulleikar við at mnna bátin, sigur Brandur Kjølbro við Norðlýsið. Vit spyrja, um tað er torført at motivera seg til nýtt ár eftir tvey FM á rað.

- Vit hava ikki trupulleikar við at motivera okkum. Man blívur ikki troyttur av tí uppá nakran máta. Tá man er nýggjur í tí, so er man kanska svangari, men tann hugurin at blíva við og hava ágrýtni at fara eftir FM-heitinum, tað blívur ikki ordiliga burtur. Í øllum førum ikki hjá teimum, sum eru við hjá okkum. Vit sóu t.d. í fjør, tá vit taptu á Norðoyastevnu, tá høvdu kappingarneytarnir kanska nakað eyka, tí teir vóru júst fluttir upp. Teir vildu vísa seg, meðan vit kanska hvíldu í tí, sum vit hava gjørt. Men tað var kanska gott fyri okkum, at vit taptu tá, tí so sóu vit, at vit máttu taka okkum saman og gera tað, sum vit duga. Og so gekk tað aftur og vit ætla at gera tað sama í ár aftur, sigur bátsformaðurin.

 


Manningin

Manningin á Klaksvíkingi í ár er hendan: Brandur Kjølbro, Jógvan Højgaard, Magnus Norðberg, David Ey. Poulsen, Janus Dam-Jacobsen, Jón Josephsen, Benjamin Sigurðsson, Jón Ryan Petersen, Martin Joensen og Hermann Samuelsen. Róðurskvinna verður Signa Hansen. Ein broyting verður í kappingarárinum. Eftir fyrstu stevnu kemur Jákup Hansen við í fýra stevnur fyri Jón Ryan Petersen, meðan Jón kemur við aftur fyri Jákup síðstu tríggjar stevnurnar.

- Tað passar soleiðis og hetta er eisini nakað, sum vit eru vanir við undanfarnu ár og tað hevur riggað nokkso væl, sigur Brandur.

 


Kjarna av røðarum frá 2016 og 2017

Kjarnan av manningini á Klaksvíkingi er ein bólkur av røðarum, sum byrjaðu longu í 2016 ella 2017 við dreingjunum og líka síðani hava vunnið FM á hvørjum ári í hvørjari bátastødd undantikið 2019, tá tað ikki gekk við Nevinum Reyða.

Hesir hava vunnið FM hesi árini:

2022: Klaksvíkingur (10-mannafør)

2021: Klaksvíkingur (10-mannafør)

2020: Nevið Reyða (8-mannafør)

2018: Páll Fangi (6-mannafør)

2017: Fípan Fagra (5-mannafør)

2016: Fípan Fagra (5-mannafør)

- Frá manningini í 2016 eru vit fýra. Eg, Jón Ryan Petersen, Hermann Samuelsen og Jógvan Højgaard. Í 2017 fóru Jógvan og Jón við Klaksvíkingi, meðan Martin Joensen, Jón Josephsen og Benjamin Sigurðsson komu við í 2017 og hava verið við síðani, har vit hava vunnið FM í øllum bátastøddum. Eitt ár fór niðurímillum, har vit ikki vunnu FM. Tað var í 2019 við Nevinum Reyða. Onkuntíð hugsar man aftur á tað, at eitt ár er farið niðurímillum, men hatta er ítróttur og man vinnur ikki hvørjaferð., Eg føli eisini, at tað árið lærdi man nógv, sigur Brandur.

 


Ov fáir bátar

Síðstu árini hava nógvir bátar luttikið í kappróðri, men fá 10-mannafør, sum av mongum gjøgnum tíðirnar hevur verið mettur sum róðurin við størstu tignini.

- Tað er óáhugavert, at tað bara verða tveir-tríggir bátar við. Bæði fyri okkum sum eru við og fyri kappingina sum heild. 10-mannaførini er tann størsti róðurin, sum fólk kanska eru mest spent uppá, men so eru tað fáir bátar, sum bjóða av. Tað kunnu verða nógvar orsøkir til, at tað er so, og eg veit tað ikki heilt sjálvur. Men tað virkar sum, at tá manningar vinna 6-mannafør ella 8-mannafør, so halda tey seg aftur við at taka næsta stigið. Vit gjørdu tað í 2021, har vit vunnu við Nevinum í 2020 og fóru í 10-mannafar og vunnu á Orminum Langa, sum var tann stóri báturin tá, sum eingin vann á. Vit vóru ’’underdogs’’ tá, men tað vísti seg at vit klártaðu væl at kappast við teir og vit vunnu eisini FM tað árið. So man hevði viljað, at onkur tordi at gera tað sama móti okkum. Men vit skulu ikki gloyma Norðing. Teir bjóðaðu og bjóða av, men vit vildu ynkst at tað vóru fleiri, sigur hann.

 


Stuttlig grannauppgerð

Tað er heilt serligt, at kappingin í størstu bátastøddini stendur millum tvey 10-mannafør úr Norðoyggjum.

- Tað er stuttligt, at man hevur tveir bátar, sum eru so tætt at hvørjum øðrum. T.d. sum tá vit vóru til ódnartøk, so læntu teir okkara vogn. Áðrenn vit fóru at kappast móti hvørjum øðrum, har teir róðu við Sundabátinum, meðan vit róðu við Nevinum ella Klaksvíkingi, so stuðlaði man hvørjum øðrum. Tað hendan støðan í ár og í fjør ger kanska, at norðoyingar ivast í, hvørjum teir skulu halda við. Tá Norðingur ikki var við, so føldi man sum at allar norðoyggjar heppaðu á Klaksvíking, men nú er tað kanska í stóran mun splittað millum Klaksvík og so økið norðanfyri. Men tað er stuttligt og eg haldi at tað er flott klárað, at tvey tey bestu 10-mannaførini eru úr Norðoyggjum, sigur Brandur. Vit spyrja, um eitt tap móti grannunum norðanfyri svíður eyka nógv nú Klaksvíkingur royndi tað á eini stevnu, á Norðoyastevnu, í fjør.

- Eitt tap er eitt tap. Men man hoyrir kanska meir fyri tað, tá man tapur móti Norðingi, tí man kemur til dagligt í samband við fólk, sum halda við teimum, og teir føla tað sikkurt uppá sama máta. Men eftir eina stevnu, har man hevur tapt, so er eingin munur, um kappingarneytin kemur norðanfyri ella úr Havn. Man hyggur eftir, hvat man gjørdi skeivt og roynir at rætta uppá tað, og so til næstu stevnu, sigur hann.

 


Norðingur vann ódnartøk

Tvær vikur undan Norðoyastevnuróðrinum vóru ódnartøk, har róð verður tríggjar ferðir 140 metrar. Hjá 10-mannaførum vann Norðingur allar tríggjar róðrarnar. Men hvat siga hesi úrslitini.

- Tað sigur tað, at teir rógva skjótari til ódnartøk. Eg veit ikki, hvat man skal taka úr tí. Tað er í øllum førum ikki nakað, sum vit hanga okkum í, og tað er eingin kreppa hjá okkum, at vit taptu ódnartøkini. Tað var ein møguleiki at síggja, hvar bátarnir eru og tað var rættiliga tætt tveir teir fyrstu róðrarnar. So vit vænta eitt javnt og spennandi kappingarár. Men tað vísir, at vit mugu avrika upp til okkara allarbesta, um vit skulu hava nakran møguleika móti teimum.

- Málið er at vinna FM. Ongantíð betur um vit vinna allar sjey stevnurnar, og tað er málið frá byrjan av, men merkir tað at vinna fýra stevnur, so tekur man tað.

 


Nýtt neyst

Í KRF merkja røðararnir, at umstøðurnar eru blivnar nógv betri nú felagið hevur fingið nýtt neyst.

- Tað er stórur munur á. Tað er nógv lættari og hugaligari fyri okkum, at hava fingið hetta nýggja neystið, og vit eru sera glaðir fyri at hava fingið hesar umstøðurnar.

Í KRF eru tríggir venjarar fyri alt felagið. Brandur Kjølbro, Magnus Norðberg og Jógvan Højgaard. Teir rógva allir við Klaksvíkingi og har eru nógvir royndir rógvarar, sum duga at síggja, hvat skal til, so har eru tað kanska í størri mun fleiri, sum skipa tað, sigur Brandur.

 

Hava nakað at prógva á heimasjógvi

- Eftir tapið á Norðoyastevnu í fjør, so hevur Norðoyastevnan kanska nakað eyka at siga. Vit ynskja at gera upp við tað. Tað er altíð stuttligt at vinna á Norðoyastevnu, tí tað er á heimasjógvi, har flestu av okkara áskoðarum eru. Og so er tað tann fyrsta stevnan, sum altíð hevur nógv at siga. So man er altíð eyka spentur og uppsettur til Norðoyastevnu, serliga tí tað er tann fyrsta stevnan.

- Eg vænti ein sera tættan róður. Tað er trupult at siga, hvør fer at vinna. Vit hava ódnartøk at meta okkum eftir, men vit leggja ikki so stóran týdning í tað úrslitið, tí ein 1000-metur róður er nakað heilt annað. Tað gevur ábendingar. Men vit ætla at vinna, sigur Brandur Kjølbro at enda við Norðlýsið.

Klaksvíkingur hevur vunnið FM níggju ferðir: 2006, 2009, 2011, 2012, 2013, 2015, 2017, 2021 og 2022.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar