Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrið villleiðir – vinna og fólk gjalda prísin

SKRIVAÐ: Beinir Johannesen, floksformaður  |  03.06.2023 - 02:04 Politikkur Tíðindaskriv

Landsstýrið hevur í skjótt hálvt ár gjørt greiningararbeiði, har teir hava lýst viðurskiftini millum Føroyar og Russland. Á tíðindafundinum á Viðareiði hósdagin 1. juni boðaði landsstýrið frá, at avmarkaður havnastongsul skuldi setast í verk beinanvegin, tí Føroyar eru vorðnar “miðdepil” fyri russisk skip.

 

 

 

Orsøkin til, at landsstýrið ikki er komið við sínari niðurstøðu fyrr enn nú, er tann, at tey vildu hava øll fakta uppá pláss, soleiðis at landsstýrið og løgtingið kundu taka støðu út frá einum haldgóðum grundarlagi. Og tað mátti taka ta tíð, tað tók, áðrenn tey komu við sínum.

Nú tá ætlanirnar hjá samgonguni verða lagdar fram, vísir tað seg, at avgerðirnar byggja á skeiv tøl. Sambært Vørn, ið er evsti myndugleiki á økinum, er talið á landing, upp- og umskipingum ikki vaksandi. Heldur tvørturímóti.

Síðani 2021 er russiska virksemi í føroyskum havnum lækkandi.

Tá løgmaður varð spurdur um hetta í Degi & Viku í gjárkvøldið, svaraði løgmaður, at tað var ikki umskipanin av uppisjóvarfiski, sum var vaksandi, men:

“Tað, sum vit síggja, er, at annað virksemi, sum Russland hevur havt í Norðuratlanshavi, og kanska í Irmingarhavinum serliga, sum teir áður hava umskipað í Íslandi. Tað sleppa teir ikki longur. Tað umskipa teir í stóran mun í Føroyum nú.” 

Vendi mær fyrr í dag til Vørn, har spurt varð eftir hagtølum fyri, hvussu nógvan kongafisk russisku skipini hava um- og uppskipað í ár.

Fekk tølini stutt aftaná – tað tók lítlan tíma - og tey vístu, at russisku skipini høvdu um- og uppskipað 5.096 tons meira av kongafiski í 2022 samanborið við árið fyri.

Tá tað er sagt, skal havast í huga, at samlaða russiska um- og uppskipingarnar lækkaðu við 67.054 tonsum í 2022, tað vil siga, at virksemið er lækkað við nærum 20%.

Men í ár vísa tølini, at samstundis sum russiska virksemið í Føroyum er lækkað, hava russar inntil víðari landað 3 tons av kongafiski. Tað svarar til 0,00269% av samlaðu um- og uppskipingunum í 2023.

Ætlanin hjá landsstýrinum, har mælt verður til, at skerja virksemið á landi, kemur at raka størri og smærri vinnufyritøkur, og teirra starvsfólk. Hetta kann eisini fáa ávirkan á okkara samstarv á fiskivinnuøkinum, ið fevnir um nógv arbeiðspláss, og er av stórum týdningi fyri okkara búskap. Harafturat viknar tað um okkara eftirlit, tá skip ikki koma í føroyska havn, og kann vera vandi fyri, at tey umskipa á opnum havið, ið kann hava stórar umhvørvisligar avleiðingar við sær.

Landsstýrið sigst gera hetta, fyri at avmarka tað vaksandi virksemi, ið er við føroyskar havnir. Tølini vísa, at tað er púra skeivt, og sostatt ein villleiðing!

Okkara áheitan á landsstýrið skal vera, at man tekur núverandi uppskot aftur. Um man so ætlar nakað annað – ið byggir á fakta – so eru vit til reiðar at tosa um tað. Men treytin frá okkara síðu er, at man fer undir samráðingar um eina fiskiveiðiavtalu í 2024.

Beinir Johannesen
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…