Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarrøð: KÍ - AB 2-1

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  04.06.2023 - 19:15 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Tað stóð á síðstu løtuna, men eins og allar hinar landskappingardystirnar so stóð KÍ eftir við trimum stigum.

KÍ var á oda 2-0, og tá hevur venjarin helst hildið, at sigurin var í hús. Tí tá blivu nógvar útskiftingar gjørdar, har fleiri óroyndir leikarar komu inn og KÍ-liðið sum endaði dystin líktist kanska meir einum eykaliðið. AB svaraði aftur og sum so ofta, tá eitt lið minkar til niður til eitt mál so kemur ein avísur fjáltur á. Tað gjørdi tað eisini og AB var sera nær við at javna. Einu ferðina endaði skot frá Sebastian Lebus á stongini. Samanlagt var KÍ betra liðið og hevði sigurin uppibornan, men spurningurin er, um hetta rákið við teprum sigrum kann merkja, at onkur javnleikur nærmast, tí hetta minsti nógv um heimadystirnar móti EB/Streymi og ÍF. Eins og móti ÍF, so spældi KÍ við trimum í miðverjuni og sum skilst er hetta liður í at hava fleiri leikskipanir til altjóða dystirnar í summar. 

Stóra samtaluevnið eftir dystin var um skaðan hjá toppskjúttanum Páll A. Klettskarð, sum fór skaddur av vøllinum í fyrra hálvleiki. Myndirnar av fótinum vístu einki brot og sum skilst eru góðar vónir fyri, at hann kann spæla aftur skjótt. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag
Skálafjarðar læknadømi