Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður harmast óneyv tøl

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.06.2023 - 13:27 Politikkur Tíðindi

Hósdagin boðaði landsstýrið frá ætlanini at herða tiltøkini móti Russlandi og steingja havnirnar fyri øllum virksemi, sum er uttanfyri fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland.

Síðani hevur orðaskifti tikið seg upp um tølini, sum vórðu løgd fram á tíðindafundinum á Viðareiði. Løgmaður ásannar, at hann ikki var nóg neyvur undir tíðindafundinum.

Eg harmist um mistakið og biði um umbering. Á tíðindafundinum førdi eg millum annað fram fram, at samlaðu nøgdirnar í samband við russiskar um- og uppskipingar í Føroyum eru vaksandi. Tølini fyri í fjør vísa at hetta er skeivt. Eg átti sjálvsagt at verið neyvari undir framløguni, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Løgmaður slær samstundis fast, at skeivu tølini, ið vórðu borin fram hósdagin, ikki broyta ta grundleggjandi fortreytina, at Føroyar eru ein miðdepil fyri russiskum virksemi í Norðuratlantshavi. Tøl hjá Vørn og Fiskimálaráðnum vísa, at bæði í 2021 og 2022 vórðu sløk 84 prosent av samlaðu veiðini av makreli, svartkjafti, sild og kongafiski hjá russiskum skipum í Norðuratlantshavi um- og uppskipað um føroyskan kaikant. Tølini fyri 2023 eru av góðum grundum ikki klár enn, men samlaðu kvoturnar hjá Russlandi í Norðuratlantshavi í 2023 eru áleið 430.000 tons.

Orðaskiftið um óneyv tøl seinastu dagarnar er sjálvandi upp á sítt pláss, og tað er keðiligt at tað flytur fokus frá tí, sum málið veruliga snýr seg um: At vit eru ein miðdepil fyri russiskt virksemi, og tað vilja vit ikki vera. Tí vera hesi stigini tikin. Russisku ræðuleikarnir halda fram i Ukraina hvønn dag, og landsstýrið vil taka neyðug stig og taka okkara ábyrgd i heiminum, vísir løgmaður á.
Í orðaskiftinum seinastu dagarnar hevur ivi verið sáddur um frágreiðingina, ið landsstýrið hevur latið Løgtinginum. Frágreiðingin byggir á tøl frá Vørn, og Uttanlandsnevndin hevur tískil ikki fingið skeiv tøl landsstýrinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…