
Norska Kimek kann halda fram at umvæla 2 russisk skip
Norska Uttanríksmálaráðið gjørdi tann 12. mai av, at steðgast skuldi við at umvæla russisk skip í Noregi. Serliga hart rakar forboðið norsku skipasmiðjuna Kimek í Kirkenes, sum má siga 85 fólkum úr starvi, tí umvælingarnar av russiskum skipum er høvuðslivibreyðið hjá fyritøkuni.
Nú hevur norska stjórnin boðað frá, at fyritøkan kann gera ígongdverandi arbeiðið liðugt, ið merkir at arbeiðið upp á 2 russisk skip, sum longu vóru til umvælingar áðrenn forboðið, kann halda fram, til tað er liðugt.
Leiðarin av norska LO, Bjørn Johansen, fegnast, tí hetta keypir fyritøkuni og starvsfólkunum nakað av tíð til at umstilla seg í. Tey 85 starvsfólkini kunnu framvegis vænta at verða søgd úr starvi, tá tey bæði skipini eru liðugt umvæld, men tey fáa høvi til at umstilla seg og tíð at finna nýggj størv.
Borgarstjórin í Sør-Varanger, Lena Norum Bergeng, er tó stúrin. Hon væntar, at øll starvsfólkini finna nýggj størv, men at tey verða noydd at flyta aðrastaðni fyri at fáa tey, og tað gongur út yvir kommununa.