Lýsing
Lýsing
Lýsing

Portugal ov stórur biti fyri Føroyar

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  05.06.2023 - 07:21 Ítrottur Tíðindaskriv

Sum ikki einaferð er tað serliga ólukku hæddin, sum er høvuðsmunurin millum hesi sterku útlendsku liðini og Føroyar.

 

Silver League, kvinnur:

Føroyar – Portugal 0-3 (10-25, 11-25, 8-25)

Vit kundu smurt tjúkt uppá og sagt, at Føroyar vundu burtur úr Portugal, tá Føroyar løgdu seg á odda 3-1 í fyrsta settinum, men frá 4-4 fór Portugal upp á 13-7, og so var vónin hjá Føroyum meira at koma upp á eitt tvísiffað tal, og tað eydnaðist eisini akkurát við 10-25.

Sum ikki einaferð er tað serliga ólukku hæddin, sum er høvuðsmunurin millum hesi sterku útlendsku liðini og Føroyar. Trupult er at sleppa ígjøgnum blokkin og uppaftur truplari at blokka fyri teirra smassjum.

Annað sett var líkt tí fyrsta, har Føroyar fylgja við fyrstu løtuna, men frá 6-8 vaks munurin upp í 7-16, og so var ikki annað at gerast enn at smáfegnast um at koma upp um tey 10 stigini hóast alt.

Kanska er einki orðatak, sum sigur, at “tað sum byrjar væl, endar oftast illa”, men tað sá heilt gott út, tá støðan bara var 5-6 í triðja setti, men alt fór fyri skeytið, tá Julia Kavalenka fór at serva fyri Portugal, og hon helmaði ikki í fyrr enn støðan var vorðin 5-16, og servan fór út av vøllinum. Settið vann Portugal 25-8.

Portugal vísti í dag, at tað var ikki uttan grund, at liðið var í finaluni í Silvurliguni í fjør, har Svøríki vann 3-0 á heimavølli, eftir at liðin høvdu vunnið hvør sín 5-settara í bólkaspælinum.

Longu um eina viku møtast Portugal og Føroyar aftur; hesa ferð í Portugal, og á somu Evropaferð spæla Føroyar ímóti Georgia 14. juni, og síðani ímóti Montenegro 16. juni í seinasta dystinum í hesi fyrstu Silvurliguni hjá Føroyum.

Í gjár vann Montenegro 3-0 (25-19, 25-9, 25-16) á Georgia. Stóra vónin hjá Føroyum er at vinna enn einaferð á Georgia. Heimadystin vunnu Føroyar 3-1.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag