Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skrúðgongan varð av mongum mett, at verða tann fólkaríkasta í mong ár | Mynd: Oliver Joensen

Besta Norðoyastevnan í mong ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.06.2023 - 09:13 Leiðarin Mentan

Tað ljóðar kanska sum ein kliché, men alt gekk veruliga upp í eina hægri eind á Norðoyastevnu í ár. Veðrið var so gott sum kanska ongantíð áður, og stevnan innihelt alt tað, sum hon skal. At síggja til gekk tað eisini uppá stás at fyriskipa og avvikla tað allarmesta, og tey smátingini, sum riggaðu minni væl, eru ov smá og týdningarleys til at nevna. 

 

(Leiðari úr blaðnum)

 

Onnur ár hava eisini verið góð, men ofta hevur verið okkurt, sum manglaði fyri at gera stevnuna fullkomna. Til dømis hevur okkurt árið ikki verið fótbóltsdystur í Klaksvík í bestu deildini á Norðoyastevnu, tí landsdystir hava órógvað. Okkurt annað árið hevur veðrið verið so ringt, at bert teir allarmest “hardcore”-stevnugestirnir fóru á kaiina at hyggja at kappróðri. So hava tað eisini verið ár, har onki norðoyastevnuteiti hevur verið. Og tá hava vit ikki eingong nevnt ræðuligu Corona-árini bæði.

Í ár hevði Norðoyastevnan alt og væl tað. Eitt framúr gott Norðoyastevnuteiti, Varpvík, fekk fólk í gott lag, áðrenn farið varð oman í býin, sum kókaði av bæði sól og fólkamongd. Norðoyggjar høvdu ikki færri enn tvey tíggjumannafør til kappróðurin, har tíverri ikki bæði kundu vinna. Vit vórðu eisini leidd aftur í 90’ini við hallardansi í KÍ-Høllini, júst sum á góðu gomlu norðoyastevnunum.

 

Norðoyastevnuteitið speirak í hóskandi dosum

Nøkur ár hevur Klaksvíkar Ítróttarfelag tókst sum gandað á stóru stevnunum í býnum. Hóast felagið hevur gjørt tað væl gjøgnum kappingarárið annars, hevur tað gingist illa í hond á Norðoyastevnu, Summarfestivali og/ella Sjómannadegnum. Men hesin gandurin er nú loystur, og gleðisrómur yvir trý stig afturat gjørdi stevnugestirnar eyka glaðar leygarkvøldið, tá vit eisini fingu eina mergjaða røðu frá stjóranum í nýggja mentanarhúsinum, Varpinum.

Sum nakað nýtt bleiv Biskupstorg trýstroynt til stevnuna. Tað var ein brakandi success og verður uttan iva endurtikið. Við Biskupstorgi hevur Klaksvík fingið tann miðbýin, sum hevur verið ynsktur í mong harrans ár, og hann stendur framvegis í stórum vøkstri við bæði nýggjum skúla, mentanarhúsi og hotelli á veg.

Men karmarnir eru bara ein partur av tí heila. Tað, sum gjørdi hesa stevnuna til eina ta bestu í mannaminni, var undirtøkan. At síggja til vóru metnógv fólk í býnum í Klaksvík á Norðoyastevnu, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at stevnan hevur gjørt av at taka kampin upp við festivalarnar, sum inntil nú hava verið við yvirlutan, tá tað kemur til at tiltrekkja fólkamongdir. Á kappróðrarøkinum, til fótbóltsdystin í Betrideildini, á Tivoli-økinum og á Biskupstorgi uddi við fólki.

Við júst farnu fyrstu summarstevnuni vísti Klaksvík seg frá síni bestu síðu, allir marginalar fóru rætta vegin, og hendan stevnan fer í søguna sum ein av teimum bestu norðoyastevnunum nakrantíð.

Hvør skal siga, “Her manglaði bara Rukkulakkin!”

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…