Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsstýrismaðurin, ið stendur til at fáa nógv meira vald í morgin, kom ikki væl frá Degi og viku í kvøld. Hann segði bæði at Landsstýrið ikki hevur tosað um økt russiskt virksemi og at Landsstýrið hevur sagt, at Føroyar eru blivnar meira og meira miðdepil fyri russiskt virksemi | Mynd: kvf.fo

Landsstýrið vil ráða einsamalt og forða matvørum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.06.2023 - 19:56 Leiðarin Politikkur Vinna

Hóast ST hevur staðiliga heitt á heimsins lond um ikki at lata tiltøk í sambandi við kríggið í Ukraina ganga út yvir matvøruflutningin, og ES-londini hava gjørt eftir áheitanini frá ST, so ætlar Landsstýrið sær, at Føroyar nú skulu forða mati, fiski, í at koma fram til tey svongu

 

 

Ynskið hjá Landsstýrinum er nevniliga ikki bert at forða tænastuveitingum sum t.d. skipasmíði, men eisini umskipan og landingum av matvørum, í hesum førinum fiski, sum russisku skipini hava við sær, og tá ganga vit beint ímóti Sameindu Tjóðum. Tað er sera álvarsamt og átti at kravt serliga góðar grundgevingar, men tær grundgevingarnar eru ikki til at fáa eyga á.

Formaðurin í Búskaparráðnum hevur sagt, at um livikostnaðurin hækkar við bara einum dollara um dagin, at so fara kanska nógv av teimum fátæku at svølta. Fátæk fólk, sum kanska búgva í Afrika og onki hava við stríðið í Europa at gera, fara at merkja nakrar av teimum ógvusligastu avleiðingunum, um lond byrja at boykotta matvøruflutninginum kring heimin.

Stjórin á Pelagos, Jóhan Páll Joensen, segði herfyri, at tey uppá tað kraftigasta taka frástøðu frá innrásini hjá Russlandi í Ukraina, men av tí at tey hava fingist við matvøruflutning, hava tey hildið tað verið í lagi. Og tað er eisini heilt í tráð við tað, sum ST og okkara egna Búskaparráð siga: Matvøruflutningur eigur ikki at verða umfataður av sanktiónum, tí tá gerast tær humanitéru avleiðingarnar so ovurhonds stórar.

Men hóast omanfyrinevndi stjóri og onnur umboð fyri vinnulívið við hava verið í Uttanlandsnevndini og greitt frá vanlukkuligu avleiðingunum, so lurtar ongin eftir hvørki teimum ella serfrøðini í Búskaparráðnum. Heldur ikki tað, at tølini hjá Landsstýrinum vóru púra skeiv, fekk nakran í samgonguni at ristast á hondunum – Ætlanirnar hjá teirra landsstýrisfólkum skulu, kosta hvat tað vil, setast í verk, og tí hava hoyringarnar bert verið ein glantrileikur. Í øllum førum ætlar samgongan júst tað sama sum áðrenn, so hoyringar, serfrøði og rættingarnar av tølum hava onki flutt, og tað var uttan iva avgjørt frammanundan, at onki skuldi flytast.

Ráðandi elitan í Føroyum hevur sett sær fyri at knúlva vinnulívið og ófaklærda arbeiðsmegi, og knúlvar enntá Løgtingið sjálvt við at fáa tað at frásiga sær avgerðarrættin og geva ráðandi elituni – landsstýrisfólkunum – hann. At hetta er ein ræðandi gongd fyri fólkaræðið, duga øll at síggja.

Í tí sambandi er tað margháttligt at eygleiða, hvussu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava kúvent í síni áskoðan á fólkaræði mótvegis fyrisiting. Í fjør, tá hesir tríggir flokkar vóru andstøða, var eitt øgiligt uppstandilsi av, at táverandi samgonga ikki vildi flyta málið um NATO-radaran frá at vera eitt fyrisitingarmál til at vera eitt mál fyri alt Løgtingið. Nú bert eitt knapt ár seinni er tað ongin trupulleiki fyri somu tríggjar flokkar, at 15 tingfólk* flyta eitt stórmál sum hetta burtur frá okkara fólkavaldu og leggja tað í hendurnar á einum einstøkum manni, sum nú einsamallur sleppur at gera av í kunngerð, um Føroyar skulu fylgja ST ella ikki. 

(*talið 15 er talið av løgtingsfólkum, ið tók undir við uppskotinum við 2. viðgerð 14. juni).

Gongur tað, sum samgongan ætlar, so verður føroyska vinnulívið óneyðuga hart rakt, serliga í útjaðaranum, og av tí at vit nú eisini lata sanktiónirnar raka matvørur, hóast ST inniliga bað okkum um lata vera, fara vit helst at gera eina frammanundan ræðuliga støðu úti í heimi uppaftur verri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…