
Veðrið í vikuni
Nú er broyting at síggja í veðrinum. Vit hava havt hátrýstveður við lítlum vindi, klárum lofti og nógvari sól allan juni mánað, næstan ikki ein dropi er komin niður.
Nú eru hátrýstini farin burtur frá okkara leiðum, og ístaðin fara veik lágtrýst við gráari veðri framvið. Í løtum regn ella ælaveður, men eisini dagar við turrveðri.
Í morgun er eitt líðið lot eystan, upp í 6 m/s, samdrigið, í støðum eisini mjørki, yvirhøvur turt, men okkurt æl allíkavæl. Somleiðis verður veðrið fyrrapartin í dag.
Út á seinnapartin fara teir fyrstu droparnir í longri tíð at merkjast, við tað at tað verður ælaveður. Sum ikki einaferð, so fer tað at vera ójavnt, hvar ælini raka – mest sunnan fyri, og minst í Norðoyggjum. Í kvøld regnar kring alt landið. Hitin í dag fer at liggja millum 9 og 14 stig.
Í nátt, týsnátt, regnar enn. Fyrrapartin í morgin lækkar ættin niður í sunnan, og vindur veksur upp í 8 til 13 m/s. Seinnapartin slítur í, og annaðkvøld minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s. Hitin 8 til 12 stig.
Mikudagin fyrrapart er eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin mikudagin 9 til 14 stig, í støðum nøkur stig heitari.
Hósdagin lot til frískt lot, av útsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað við sól ella sólglottum, men eisini okkurt ælið. Hitin hósdagin 9 til 15 stig.
Fríggjadagin sunnan og landsynningur, 3 til 8 m/s. Fyrra partin av degnum klárt ella smáskýggjað við sól ella sólglottum, men út á seinnapartin samdrigið og regn. Hitin 10 til 15 stig.
Samanumtikið eitt sindur øðrvísi forsøgn enn undanfarnu vikurnar. Nakað av regni í kvøld og í nátt, ælaveður onkra løtu hinar dagarnar, og so aftur regn fríggjakvøldið og leygarnáttina. Ikki tann stóri vindurin, tó í morgin 8 til 13 m/s, sum er meiri enn vit eru von við fyri tíðina.
Ættin fer at liggja um sunnan fyri ein stóran part, men í løtum landsynningur ella útsynningur. Tá er luftin lýggj og slavin, og tað fara vit at síggja í hitanum og hvussu klárt tað er, ella ikki, at hyggja uppeftir.