Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í dag kl. 12.15 leika Elias á Skipagøtu og hinir á U21 landsliðnum móti Serbia í fjórðingsfinaluni

Tit eru stoltleikin hjá føroysku tjóðini!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.06.2023 - 09:30 Ítrottur Leiðarin

Føroyska U21-landsliðið í hondbólti er í hesum døgum úti í heimi og ger Føroyar ernar. Hóast tað nú eru fleiri dystir síðani, at liðið avrikað tað, sum hildið varð vera ógjørligt, setir okkara tjóðarstoltleiki í løtuni met aftaná met, tá tað kemur til føroyska luttøku í altjóða hondbólti.

 

 

 

Tað eigur ikki at bera til. Men tað leggur U21-landsliðið onki í. Longu fyri góðari viku síðani setti liðið sær sjálvum høg mál, og meldaði út, at “skal vera talan um eina góðkenda HM-kapping mugu Føroyar vinna seg víðari úr innleiðandi bólkinum”. Hetta var stak ambitiøst, men okkara unglingar fingu tað at síggja beinleiðis lætt út.

At teir kundu vinna á Angola í Magdeburg, vistu vit, og tað megnaðu teir eisini, sum um tað var ein pliktsigur. Øll eygu vendu síðani ímóti Japan, har nervarnir hjá fleiri av okkum áskoðarum sótu uttaná, men avgjørt ikki hjá avrekskappunum á U21. Føroyar sigraðu enn eina ferð, og U21 kom víðari.

Hevði kappingin endað har, hevði ongin sagt U21 ringt fyri tað. Teir høvdu megnað væl og virðiliga tað, væntað varð av teimum. Men teir vildu meira. Teir vildu tað so nógv, at sjálvt forsvarandi europameistarin Spania mátti lúta fyri pinkutjóðini í Norðuratlantshavi. Eftir tað stóð risatjóðin Brasil við omanfyri 200 milliónum íbúgvum á skránni, men enn einaferð fingu okkara tjóðarhetjur tað at síggja lætt út. Og sum um tað ikki var nóg fantastiskt, kláraðu hetjurnar eisini at sigra á Portugal, áðrenn ævintýrið fer yvir í fjórðingsfinalur hósdagin.

Hetta hevur verið ótrúligt at fylgja við í, og tit í U21 eiga allan heiður uppibornan, sama hvussu tað gongst hósdagin. Tit hava longu megnað nógv meira, enn vit tordu at rokna við, og vit vita, at tit ætla at stríðast við sama áræði fram til tað seinasta. Ikki bert fyri tykkara egnu skuld, venjarans ella hondbóltsins, men fyri alla ta føroysku tjóðina.

Í langa tíð hevur tað verið Danmark, ið hevur skarað framúr í hondbóltinum, men Føroyar eiga í dag eitt U21-lið, harav heilt nógvir uttan iva fara at verða við á føroyska landsliðnum í mong ár framyvir, og við hesi styrkini er væl hugsandi, at vit gerast førandi Norðurlandið í hondbólti.

Hetta hava tit eisini megnað “against all odds”. Ikki bert tí vit eru ein fáment pinkutjóð – tann forðingin er bara mental – men tí at føroyskur hondbóltur hevur leingi havt ringar umstøður í Føroyum. Peningur hevur vantað, og politiski viljin hevur skortað. Tey hava ikki dugað at sæð virði í føroyskum hondbólti. Tað, man helst vildi stuðla, hevur seinasti árini verið fótbólturin.

Men júst sum tað var sigurin í Landskrona í 1990, ið fekk eyguni upp fyri, at føroyskur fótbóltur hevði potentiali, kann tykkara sigursrøð í ár væl gerast “hondbóltsins Landskrona”.

Hiðani skal í øllum førum ljóða ein áheitan á myndugleikar og sponsorar um at stuðla tykkum allan vegin. Tað er at satsa uppá vinnarar.

Blívið við at vera, sum tit eru, U21-garpar. Tí tað, tit eru, er Føroya tjóðarstoltleiki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður