Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seyðisfjørður: Kortanei til aling á fjørðinum

SKRIVAÐ: Kári Thomsen  |  14.07.2023 - 23:45 Lesarabrøv Mentan Vinna

Norski felagskapurin til vernd av villa laksinum, Redd villaksen, ið er deil av North Atlantic Salmon Fund (NASF) boðar í dag frá, at so at siga allir íbúgvar á Seyðisfirði mótmæla uppá tað harðasta, at norska alifyritøkan Måsøval skal fáa loyvi at seta aliringar út í fjørðin. Måsøval hevur trýst har á at sleppa at framleiða 10.000 tons av alilaksi um árið.

 

Umleið 75% av íbúgvunum á Seyðirsfirði siga kortanei til at teirra fjørður skal oyðast og eru hart ímóti at fleiri firðir og laksaáir í Íslandi skulu offrast á karráða alilaksaaltarinum.

Sagt verður frá at Seyðisfjørður ikki hevur tørv á fleiri arbeiðsplássum, og einki arbeiðsloysi er í teirra lokalsamfelag, ið hevur tillaga seg tær fortreytir og karmar náttúran og umhvørvið gevur teimum innan m.a. ferðavinnu, tænastuveitingar og list í breiðum høpi.

Lokalsamfelagið verður trumlað niður at aggressivum útlendskum alifeløgum og peningaliga úrtøkan fer av landinum til spekulantar og eigarafeløg.

Óansæð hvar alivinnan er stødd í Íslandi íkoma orrustur í lokalsamfelagnum, og samstundis er villi laksurin fyri álvarsomum hóttafalli. Noreg hevur sett villa laksin á reyðlista fyri oyingarhótt djór, ið má sigast at verða sera álvarsamt.

Kári Thomsen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…