Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nei. Ferðafólk órógva

SKRIVAÐ: Jóhannus Kallsgarð  |  23.07.2023 - 15:14 Lesarabrøv Mentan Politikkur Vinna

Í einari lítlari bygd sum Trøllanes, búgva uml. 10 fólk, men her ganga gott og væl 100+ (30.000 árliga) ferðafólk í bygdini hvønn dag. Og sum man plagar at takað til, onki er so gott at tað ikki er ringt fyri okkurt.

 

 

Fert tú útum at gera tað minsta, so stendur man til útstilling. Dronur flúgva har tær ikki skulu, tey loysa sær buksirnar har tey har tey ikki burdu, tey órudda, lata ikki portini aftur, hyggja niður í barnavognar, tvassa í lundalendinum, ganga í sáddum bøði -fyri at takað nøkur fá dømir. Skal ein halda føðingardag á oynni, ella eitt hvørt, so skulu gestir í kø fleiri tímar aðrenn tíð. Velja tey so ikki at takað bil við, ja so kann koma fyri at tað ikki pláss fyri teimum í bussi ella báti. Vit mugu takað hædd fyri ferðafólkunum hvønn dag.

Parkeringin á staðnum var eisini eitt problem, bilar stóðu allastaðna, men tað problemið er nú loyst, takk til Klaksvíkar Kommunu, sum hevur gjørt eitt parkeringspláss í samráð við okkum lokalu.

Vit ynskja ikki ferðafólkini har sum pipari grør, men vilja heldur bjóða teimum vælkomin undir skipaðum viðurskiftum. Tey seinastu árini hevur tað verið alt annað enn skipað. Nú hava vit valt at takað í egnan barm og tað er at gleðast yvir, bæði hjá lokalum á Trøllanesi, Kalsingum, fjallfólki, náttúru, fuglalívi og teimum vitjandi.

Viðurskiftini norður á Kallin sum tey eru í dag eru alt annað enn nøktandi. Tí fara vit nú undir at gera eina arkitekt teknaða gøtu út á Kallin, sum bæði skal minka um ampan hjá teimum lokalu og økja um trygdina hjá teimum vitjandi. Samstundis sum tað verður bannað at fara av gøtuni fyri at verja umhvørvi. Gøtan verður løgd uttanfyri bygdina fyri at geva teimum lokalu frið. Seinastu tvær vikurnar hava vit tikið gongugjald frá útlendingum fyri at fara út á Kallin, og hevur tað verið sera væl móttikið. Talið av vitjandi er ikki minka síðani gongugjaldi kom í gildi.

Útlendsku ferðafólkini síggja hvussu nógv slit ferðavinna hevur á lendið, og hvussu stórt arbeiði tað verður at gera eina nýggja og trygga gøtu. Føroyingar sum ikki skulu gjalda, fegnast um at møta lokalum sum kunnu greiða frá um umhvørvi og náttúruni áðrenn farið verið út í hagan. Hetta styggur ongan burtur, tvørtur ímóti.

Hetta kallað vit skipaði viðurskiftir. Skipað av teimum ið eiga náttúruna og umhvørvið, og av teimum sum hava ampan og upptakið av ferðavinnuni.

Skipað lokalt, arbeiðsskapandi lokalt, menning lokalt, náttúruvernd lokalt.

Vit lokalu, kenna náttúruna best og ynskja sjálvsagt mest at verja hana.

Havnin fer ongantíð at kallað tað fyri skipaði viðurskiftir, fyrr enn tey sjálvi sleppa at stýra “showininum”.

 

Jóhannus Kallsgarð,
Bóndi av Kallsgarði og stjóri á Visit Kallur.

Víst verður til innslagið hjá Kvf í viðmerkinginum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í kvøld og í nátt
Lands­liðsleikari venur við KÍ
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…
Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og…
Móttøka og jólahald hjá KBI
Signhild vitjar Norðlýsið
Bókaframløga í Varpinum
Johnny: “At frítøka fyri MVG skeiklar og…
Kvinnur prýða jólaborð
Stóra jóla­blaðið í gerð
Listaframsýning
Lands­stýrið umsíður strikað 72 ára fráfa…
Hetta ger ómetaliga góðan mun
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Syngja jólini inn í Skálafirði
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn