Veðrið á Summarfestivalinum í ár
Høgætt hevur ligið tráð næstan síðan juni. Lotið kennist køli, og serliga í Norðoyggjum hevur verið támut. Há- og lágtrýst hava plaserað seg soleiðis, at luftin, sum rekur ímóti Føroyum, kemur av leiðum, har tað er kalt, og so ornar hon á vegum til okkara, meðan hon tekur vætu í seg upp úr havinum.
Eitt skifti í veðrinum sær út til at fara at verða fríggjadagin. Ístaðin fyri kalda luft norðaneftir fara vit at fáa lýggjari luft sunnaneftir. Hvussu leingi tað fer at varða, ber ikki til at siga nakað um enn.
Vit kunnu byrja við degnum í Klaksvík í dag, dagin fyri at festivalurin byrjar. Tað hevur verið grátt og támut í morgun og allan fyrrapartin. Einki serligt avfall hevur verið, tó onkur løtu við sirmi.
Seinnapartin í dag fer at regna. Regnið kemur norðaneftir, byrjandi í Norðurstreymoy nakað eftir døgurða, og so breiðir tað seg so við og við til alt landið. Vit skulu rokna við, at tað regnar restina degnum, í nátt og so fram ímóti middegi í morgin.
Eftir tað slítur í, tó kann okkurt ælið hanga eftir eitt sindur út á seinnapartin.
Í annaðkvøld, tá ið fyrstu tónleikatiltøkini eru, fer ættin at liggja um útnyrðing – t.e. inn eftir vánni – vindferðin 3 til 8 m/s, skýggjað ella samdrigið, kanska tám, og yvirhøvur turt. Hitin í morgin upp í 11 stig.
Hetta veðrið er eisini fríggjanátt og fyrrapart. Seinnapartin fríggjadagin fer vindurin at minka av ymsum ættum, og tað gerst eitt sindur klárari. Um kvøldið eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, av suðuri, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin fríggjadagin upp í 12 stig.
Leygarnátt og -morgun og allan leygardagin við er suðurætt, smá- ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin leygardagin upp í 13 stig.
Sunnunáttina fer at vera løtur við regni.