Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: aftenposten.no

Hvussu leingi varðveitir KÍ Magna Hoseth afturat?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.08.2023 - 11:38 Ítrottur Tíðindi

Venjarin handan størstu úrslitini í søguni hjá KÍ, sum eru tey móti Ferencváros og Häcken, er Magne Hoseth. 42 ára gamli norðmaðurin var frammanundan kendur sum leikari í serliga Molde og FCK, og hann er leikarin, sum hevur skorað flest mál í søguni hjá Molde.

Men sum høvuðsvenjari hevði hann ongar royndir, áðrenn hann kom til KÍ. Hann hevði verið hjálparvenjari í bestu norsku deildini í nøkur ár. So hansara venjaranavn er voksið seg til nakað stórt í KÍ.

Nú er spurningurin, hvussu leingi KÍ varðveitir Magna Hoseth afturat. Hann hevur sáttmála fyri 2024 eisini, men hesi úrslitini hjá honum í KÍ eru farin um alt Evropa. Og tað er helst sannlíkt, at hann fer at fáa fleiri venjarastørv bjóðað komandi tíðina. Tíðin í KÍ er tó sera spennandi, serlig og avbjóðandi í øllum førum fram til 14. desember, so tað er kanska sannlíkt, at tilboðini verða vrakað í øllum førum fram til tá.

Týskvøldið hevur Magne Hoseth helst sín mest serliga dyst sum venjari, tá hann í 3. umfari í Champions League skal møta ’’sínum’’ felag, Molde. Ein dystur sum hevur sera stóran áhuga, tí í dag er langsíðan á Tórsvølli nærum útseld.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…