Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vakurt úti í Klaksvík | Mynd: Oliver Joensen

Føroyski sjómaðurin hevur alla virðing uppiborna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.08.2023 - 11:00 Leiðarin Mentan Vinna

Onkuntíð tykist tað, sum um summi fólk á landi ikki heilt duga at síggja virðið í okkara siglandi fólki. Eisini millum fleiri politikarar tykist tað vera heilt legitimt at brúka ein heldur negativan tóna um føroyskar fiskimenn. Mótsvarið til hetta er Føroya Sjómannadagur, ið varpar ljós á tað virðið, føroyski sjómaðurin m/k hevur fyri føroyska samfelagið – og tað er als ikki lítið. 

 

 

Sagt varð um Summarfestivalin, at høvuðsnavnið í 2023 var KÍ. Og hóast tað sjálvandi er sagt í skemti, gevur tað góða meining, tí til øll tey stóru tiltøkini í Klaksvík í ár – Torradagarnar, Norðoyastevnuna, Summarfestivalin og nú helst eisini Sjómannadagin og seinni Norðfestivalin – hevur KÍ koyrt parallelt og tryggjað ein eyka og heilt framúr góðan stemning í øllum Norðoyggjum, sum so hevur smittað av uppá einstøku tiltøkini. KÍ hevur gjørt tað ógjørliga, og hóast tær røddirnar finnast, ið siga tað vera køvandi fyri føroyskan fótbólt, at eitt felag er so framúrskarandi, so eru tær røddirnar fáar og megna á ongan hátt at kasta nakran skugga yvir hvørki KÍ ella stóru tiltøkini í Norðoyggjum. 

Eitt, sum hinvegin kastar ein skugga yvir Sjómannadagin í 2023 er, at ein av primus motor’unum aftanfyri sjómannadagarnar seinastu mongu árini, í fjør varð tikin frá okkum alt ov tíðliga. Skógvarnir eftir Karl Birgir Isaksen, sum var ein av høvuðsímyndunum av Sjómannadøgunum, verða at kalla ógjørligir at fylla. Men við sama áræði sum KÍ hevur lagt fyri dagin, vita vit, at norðoyingar eru førir fyri at gera tað ógjørliga. Besta virðingin, vit kunnu sýna eldsálini Karl Birgiri Isaksen, sála, er at lyfta arvin eftir hann so væl, vit kunnu, við at fyriskipa ein so góðan Sjómannadag sum gjørligt. 

Og ikki at gloyma feðgarnar Oliver og John William Joensen, sum gjøgnum teirra leiklut í Norðlýsinum vóru upplagdir fyriskiparar. Ja, Oliver var ein av upphavsmonnunum til Føroya Sjómannadag. Takk fyri tykkara íkast øll hesi árini. 

Og góðar kreftir hava tikið við. Tá hesar reglur verða skrivaðar, er skráin ikki endalig enn, men frá fyriskiparunum hava vit frætt, at allarflestu føstu tiltøkini verða, herundir træseglskipini á Pollinum og Stórukai, morgunmatarborðið, skipalistaquizzin, “opið skip” á fleiri skipum, vatnkríggið og stóra Fiskivinnutingið í Miðhøllini á Skúlatrøð, sum – havandi í huga stóra rumblið á bæði heimliga politiska pallinum og í altjóða høpi – uttan iva fær bylgjurnar at ganga høgt. Dennis Holm, fiskimálaráðharri, verður tann, ið setir Sjómannadagin. 

Sjómannadagurin snýr seg í stóran mun um fiskimannin. At sýna honum ta virðing, hann hevur uppiborið. Og vit mugu viðganga, at fleiri av okkum landkrabbum vita ov lítið um, hvussu okkara siglandi fólk hevur tað í sínum dagliga yrki. Tí hava vit nærmast skyldu at fara umborð á opnu skipini at hyggja okkum um og kanska fáa prát í lag við onkran sjógarpin. Endaproduktið fáa vit eisini bæði at síggja og smakka – Christian í Grótinum býður okkum heittroyktan makrel, JFK bjóðar fisk og chips og Bakkafrost letur okkum smakka sínar vælumtóktu laksar, aldir á føroysku firðinum. Alt hetta á Føroya Átiligasta Fiskaborði leygardagin kl. 13-19. Föroya Bjór letur drykkivørurnar, ið eru vatn og/ella sodavatn, til dagin. 

Øll árini hevur dentur verður lagdur á, at Føroya Sjómannadagur skal vera ókeypis, rúsfríur og familjuvinarligur. Hetta hevur riggað framúr væl, og hvørki ætlanir ella orsøkir eru um at pilka við tað. Tískil verður komandi Sjómannadagur at kalla júst, sum vit kenna hann. 

Við hesum fáum reglum vil blaðstjórnin bjóða øllum føroyingum hjartaliga vælkomnum til Føroya Sjómannadag 2023!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen