
Veðrið sjómannadagarnar í ár
Stilt veður í dag við lítlum vindi, klárum lofti við sól ella sólglottum. Hetta er hátrýstveður. Hátrýstið stendur millum Hetland og Noreg.
Hetta veðrið fer at halda sær í dag og ein part av morgindegnum eisini. Eitt lágtrýst við eitt sindur av vindi og brúgvalagi við regni nærkast Føroyum av útsynningi.
Forsøgnin fyri fríggjadagin og leygardagin sær tí soleiðis út:
Fríggjamorgunin fer ættin at liggja um landsynning, vindferðin 3 til 8 m/s. Seinnapartin gongur hann upp í eystan, sama vindferð. Um morgunin skiftandi skýloft – yvirhøvur klárari sunnanfyri enn norðanfyri – út á seinnapartin smáskýggjað við sólglottum. Hitin í morgin fer at liggja millum 10 og 14 stig.
Leygarmorgunin er ættin framvegis eystan, vindurin veksur upp í 5 til 10 m/s, tað er klárt ella smáskýggjað við sól ella sólglottum. Sum líður á seinnapartin fer at draga a luftina – t.e. at tað gert skýggjað, og eina løtu eftir tað fer at regna sunnaneftir – t.e. at tað regnar fyrst í Suðuroy, og so við og við fer at regna yvir alt landið.
Út á kvøldið fer at slíta í. Fyrst sunnanfyri og so við og við allastaðni.
Hitin leygardagin fer at liggja um 10 til 15 stig.
Sunnunáttina lækkar hann niður í sunnan og minkar vindin niður um 5 m/s.