
Veðrið í kvøld og í morgin
Gott veður í kvøld, meðan vatnkríggið var á vánni. Eitt lítið lot eystan, upp í 5 m/s, samdrigið og turt. Hitin hevur ligið um 10-12 stig.
Soleiðis fer veðrið at vera í kvøld eisini.
Í nátt fer vindurin at veksa eitt sindur, upp í 5 til 10 m/s. Ættin framvegis eystan. Í morgin ári fer loftið at vera eitt sindur skiftandi ímillum smáskýggjað til skýggjað ella samdrigið.
Seinnapartin í morgin fer vindurin at veksa eitt vet afturat, upp í 8 til 13 m/s, sum frá líður dregur samanum í erva. Eitt brúgvalag við regni nærkast sunnaneftir. Nýggjastu forsagnirnar eru, at tað fer at regna í Suðuroy um 16 tíðina, og umleið klokkan 18 regnar eisini í Norðoyggjum.
Klokkan 21 fer at regnið at minka, fyrst í Suðuroy og so við og við slítur í í restina av landinum.
Seint í annaðkvøld ella tíðliga sunnumorgun, tá ið brúgvalagið er farið norðurum, fer ættin niður í sunnan, og vindurin minkar niður um 5 m/s.